Ítróttasamband Føroya søkir eftir einum skipaðum, sjálvstøðugum og álítandi persóni at vera samskipari hjá Íðkaranevndini.
Íðkaranevndin er røddin hjá føroyskum íðkarum. Nevndin skal umboða sjónarmiðini hjá aktivum íðkarum og ráðgeva ÍSF, starvsnevndini, undirnevndum og Úrval í viðurskiftum, sum hava týdning fyri føroyskan (úrvals)ítrótt.
Vit ynskja nú at styrkja arbeiðið hjá nevndini við einum persóni, sum kann hjálpa nevndini at arbeiða meira skipað, sjónligt og miðvíst.
Um starvið
Talan er um eitt lønt álitis- og umsitingarstarv, ið verður lønt sum ítróttarsamsýning.
Starvið er ikki eitt vanligt fulltíðarstarv, men ein týdningarmikil stuðulsleiklutir kring nevndina. tú verður tann, sum tryggjar framdrift, heldur skil á fundum, gerðabókum, samskifti og uppfylging, og hjálpir nevndini at fáa síni sjónarmið og sítt arbeiði út at liva.
Tínar høvuðsuppgávur
Sum samskipari hjá Íðkaranevndini varðar tú millum annað av at:
- fyrireika fundir saman við forfólki og ÍSF
- gera fundarskráir og senda út fundartilfar
- føra gerðabók og fylgja upp upp á avtalur og avgerðir
- halda skil á ársætlan, fundum, tiltøkum og verkætlanum
- stuðla nevndini í at savna sjónarmið frá føroyskum íðkarum
- hjálpa við samskifti til íðkarar, sambond, ÍSF og aðrar viðkomandi partar
- fyrireika uppskot, notat, hoyringarsvar og frágreiðingar
- hjálpa nevndini at gera arbeiðið sjónligt, t.d. við tíðindum, dagføringum og kunning
- samskipa arbeiðið saman við ÍSF, Úrval og onnur viðkomandi
- stuðla nevndini í altjóða og norðurlendskum sambondum, har tað er viðkomandi
- hjálpa við at menna arbeiðshættir, struktur og langtíðarætlan fyri Íðkaranevndina
Vit vænta, at tú
- arbeiðir skipað og dugir at halda skil á fleiri uppgávum í senn
- dugir væl at skriva og samskifta á føroyskum
- hevur áhuga fyri (úrvals)ítrótti og korunum hjá íðkarum
- dugir at lurta og savna ymisk sjónarmið á ein sakligan hátt
- hevur góð samstarvsevni og dugir at arbeiða saman við bæði íðkarum, nevndarlimum og fyrisiting
- er sjálvstøðug/ur og tekur ábyrgd av uppgávuni
- dugir at arbeiða í trúnaði og við viðkvæmum upplýsingum
- hevur grundleggjandi førleikar í vanligum skrivstovuamboðum, t.d. telduposti, skjalaviðgerð, kalendara og møguleika fyri talgildum fundum
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá ítrótti, felagsarbeiði, nevndararbeiði, samskifti, fyrisiting ella verkætlanarleiðslu, men tað avgerandi er, at tú hevur hug og førleika til at hjálpa nevndini at arbeiða professionelt og við góðari framdrift.
Vit bjóða
- ein týdningarmiklan leiklut í menningini av føroyskum (úrvals)ítrótti
- møguleika at arbeiða tætt við føroyskar íðkarar og ítróttaskipanina
- eitt fleksibult starv, sum kann røkjast við síðuna av øðrum arbeiði ella lesnaði
- innlit í ítróttapolitikk, úrvalsítrótt og altjóða íðkaraviðurskifti
- løn sum ítróttarsamsýning eftir nærri avtalu
Arbeiðsmongd og setan
Arbeiðsmongdin verður eftir avtalu, men væntast at fevna um regluligt fundararbeiði, fyrireiking, gerðabók, samskifti og uppfylging millum fundirnar.
Starvið verður skipað í tøttum samstarvi við forfólkið í Íðkaranevndini og við ÍSF.
Umsókn
Send eina stutta umsókn, har tú greiðir frá:
- hvør tú ert
- hví tú hevur áhuga fyri leiklutinum
- hvørjar royndir og førleikar tú hevur, sum kunnu gagna Íðkaranevndini
- hvussu tú kanst hjálpa nevndini at arbeiða skipað, sjónligt og miðvíst
Umsókn skal sendast til isf@isf.fo
Umsóknarfreist 13. september
Nærri fæst at vita við at venda sær til Torkil Veyhe á 236310.
Um Íðkaranevndina
Íðkaranevndin hjá ÍSF umboðar sjónarmiðini hjá aktivum íðkarum og er ráðgevandi í málum, sum hava týdning fyri úrvalsíðkarar í Føroyum. Nevndin skal vera ein savnandi rødd hjá íðkarum og arbeiða fyri, at teirra royndir, tørvir og sjónarmið verða hoyrd í føroyskum ítrótti.


