Breiddarpuljan hjá ÍSF hevur stuðlað rørslugleði inni í Dal.
Í morgun var síðsti dagur við Alfabólti hjá B71 í ár og í tí sambandinum fóru vit suður at fregnast um hvussu átakið, ið er stuðla av Breiddarpuljuni hjá ÍSF, hevur hilnast.
Hvønn sunnumorgun síðan í vár, frá 10-11, hevur B71 skipað fyri Alfabólti inni í Dal. Fyri tað mesta hevur spælið verið skipað úti á vøllinum, men í morgun vóru tey inni í høllini, tí hvirlurnar vóru ov harðar til uttandurðaspæl við løttum tilfari og smáum beinum.

Átakið nevna tey Alfabólt, men í veruleikanum er tað meira yvirskipað spæl og rørsla fyri tey 1-5 ára gomlu í oynni tað snýr seg um, heldur enn beinleiðis bóltspæl. Hjá B71 smæðast tey heldur ikki við at siga, at eitt undirliggjandi mál er at skapa tilknýti til felagið. Fólkagrundarlagið í Sandoynni er avmarkað og tí er tað av alstórum týdningi, at som nógv børn og foreldur kenna seg væl og vælkomin í B71, so at tað altíð er lætt hjá teimum at velja B71 og ítróttin til, tá tey gerast vaksin, um felagnum skal vera lív lagað.
Góði felagsskapurin er eisini slagorðið hjá felagnum, og tað var eisini tann kenslan sum var møtt mær, tá komið var inn í høllina henda fyrsta sunnudagin í oktober. Eg var illa nokk komin inn í høllina, áðrenn Hildigun, 5 ár, spurdi meg hvør eg var, hvussu eg æt, hvar eg kom frá og um eg kundi taka mynd av henni. Eg svaraði og spurdi so hana, hvussu hon æt, hvussu gomul hon var og um hon hevði tað stuttligt í morgun. Og mín sann um hon ikki hevði tað sum blomman. Hon fortaldi um hinar genturnar sum eisini vóru 5 ár, um hvørji hini børnini vóru og eisini hvørji tey vaksnu vóru. Hon tók meg við út á gólvið og saman fóru vit ígjøgnum stóran part av venjingunum. Lítla løtu seinni tók Andrias, 3 ár, yvir og vísti hann mær hvussu man brúkti restina av stuttliga reiðskapin sum var á gólvinum. Her vóru ringar á gólvinum sum man skuldi lakka ígjøgnum, her vóru banar at ganga eftir fyri at venja balansu, her vóru eisini ’toppar’ man skuldi leggja seg í at venja blanasu, og mangt annað. Og alt varð roynt – tó mátti ein stoppur setast fyri at fara krúpandi ígjøgnum eitt rør, sum týðiliga var ætlað smærri kroppum. Og teir eru smáir, kropparnir ið venja Alfabólt. Ikki øll møtu hvørja ferð, men øll hava møtt ofta, og tilsamans mettu fyriskiparnir, at tað hava verið um 30 børn sum hava gingið til Alfabólt í summar. Eini 12 børn vóru í morgun, yngsti var Gudmundur, 11 mðr, og elst vóru tær 5 ára gomlu genturnar.

Sum nevnt vóru tey inni í dag, og júst hetta, at høllin og vøllurin liggja saman inni í Dal ger, at tað ongantíð hevur verið neyðugt at avlýst venjingarnar ella hugnaløtuna, tí um tað ikki hevur viðrað, so eru tey farin innum. Aftaná hava tey hugnaløtu í kantinuni í høllini, har tey hava bjóða frukt, saft og kaffi, og í morgun vóru so eisini nýbakaðir bollar, sum Andrias fortaldi at hann og mamman høvdu bakað.
Eg spurdi foreldrini um hvat teimum dámdu átakið og øll lótu tey eins væl at. Bæði børn og vaksin hugnaðu sær saman, og so var ein eyka vinningur, at nakað av orkuni nú var brend av hjá børnunum, og lætti tað um sunnudagin. Og hvat so nú, nú Alfabóltur fór í vetrarfrí? Eingin neyð, tí eftir heystfrítíðina byrjar Snip Snap flogbóltur, sum er at kalla meinlíkt Alfabólti, tó er munurin at tá vera fyrstu 15 minuttirnir brúktir til flogbóltsrelaterað spæl í mun til fótbóltsspæl, sum summarhálvan bjóðar. Og tá várið aftur kemur og Snip Snap flogbóltur gevst – tá byrjar Alfabóltur aftur. Og soleiðis fungerar tað so væl hjá B71, ítróttirnar samspæla og samvirka, alt í góða felagsskapinum.
Breiddarpuljan hjá ÍSF hevur, sum nevnt, stuðla átakinum og hevur tað munað ótrúliga væl, siga tey frá B71, tí við stuðulinum hava tey fingið keypt motorik útgerð sum ger tað stuttligt hjá børnunum at spæla og menna teirra rørslugleði og rørsluførleika.
Øll eru vælkomin at søkja úr Breiddarpuljuni hjá ÍSF í er áljóðandi 500.000,-. Søkjast kann um upp til 30.000,- kr. árliga pr. felag/samband. Endamálið við Breiddarpuljuni er at hjálpa feløgum og sambondum at skipa fyri tiltøkum, sum eggja til trivnað, samstarv og felagsskap.



