Í fjør vórðu tiknar 14 dopingroyndir, har uppbýti millum ítróttargreinirnar var : 2 fótbóltur, 3 skjóting og 9 frælsur ítróttur (renning). 12 vóru men og 2 kvinnur. Allar royndir vóru negativar.

Síðani fyrstu royndirnar vórðu tiknar á heysti 2002, eru tilsamans 180 dopingroyndir tiknar í Føroyum av føroyska dopingeftirlitinum. Harafturat koma so nakrar royndir, ið føroysk ítróttafólk hava fingið tiknar í samband við altjóða kappingar, ella tí tey hava vant við útlendskum feløgum, t.d. í Danmark.

Higartil hava allar royndirnar í Føroyum verið negativar. Hagtøl í Danmark vísa, at ca. ½% av tiknum royndum eru positivar, t.v.s. 1 av hvørjum 200.

Hyggja vit nærri eftir hagtølum, so síggja vit, at av teimum 180 royndunum eru 128 menn og 52 kvinnur kannaðar.

Man plagar at siga, at tveir triðingar av royndunum skulu takast undir venjing, meðan tann síðsti triðingurin verður tikin í kappingum. Tølini hjá okkum vísa, at 116 royndir eru tiknar til venjingar og 64 í kappingum, ella ávikavist 64,44 og 35,56 %, so vit liggja sera tætt við hesar ætlanir.

Sum nevnt omanfyri eru ongar positivar royndir staðfestar enn, men í nøkrum førum hava leikarar fingið loyvi at nýta t.d. astmaheilivág, sum er á dopinglistanum. Hetta verður gjørt, tá ein hevur læknaliga ávísing um at man skal nýta hendan heilvág. Eisini hava onkur dømir verið um persónar, ið hava havt testesteronvirði omanfyri markið. Tá verður royndin kannað nærri av serfrøðingum í München, sum staðfesta um økta testesteroninnihaldið er av nátúrligum ávum, ella um viðkomandi hevur tikið ólóglig evnir. Í øllum okkara førum eru staðfestar nátúrligar orsøkir!