EB/Streymur styrkir felagsskapin

Tað er vælkent innan ítróttaheimin at týdningurin av einum sterkum felagsskapi, er ein sera týðandi orsøk hvussu ítróttarligu úrslitini eru.  Tá íðkarar og tey, sum eru rundanum felagið trívast, ja so koma úrslitini eisini hareftir.

Eisini vísir øll gransking greitt, at teir ungdómar, sum hava tilknýti til ein frítíðarfelagsskap t.e ítróttafelag ella líknandi eru í munandi minni vanda fyri at enda úti í rúsevnamisnýtslu, kriminalitetið ella líknandi.

Júst hetta má sigast at vera sera viðkomandi í Føroyum í dag, har vit næstan dagliga hoyra um stórar rúsevnistrupuleikar millum okkara ungu.

Hetta hevur EB/Streymur sett sær fyri at gera nakað við. Tey hava undir leiðslu av høvuðungdómsvenjaranum Jóannesi Jacobsen, miðvíst arbeitt fyri at betra um karmarnar við Margáir soleiðis at ungdómurin fær bestu umstøður at mennast bæði ítróttarliga og sosialt.

Felagið hevur innrættað tvey hølir við graslíki á gólvinum, sum kunnu nýtast til ymiskar venjingar og onnur frítíðar ítrív. Eisini hevur felagið nýhugsað tað teknisku venjingina og hevur útvega sær ymiska tekniska útgerð av merkinum GOAL-STATION, sum skal vera við til at menna tað tekniska støðið hjá leikarunum.

Eisini á tí sosiala økinum tekur EB/Streymur av álvara ábyrgd. Felagið hevur í samstarvi við Sunda Kommunu sett fólk í starv, sum skulu skipa eitt frítíðartilboð við Margáir. Útgerð er keyp til m.a. kurvabólt, borðtennis, pool, dart og talv. Hetta ger at ítróttahúsið við Margáir verður sera áhugavert hjá ungdóminum í økinum – eisini hjá teimum, sum ikki spæla fótbólt.

Ítróttaráðgevin hjá ÍSF var í farnu viku á vitjan við Margáir og fekk eitt áhugavert prát við venjaran, umboð fyri komununa og umboð fyri felagið um ymisk viðurskiftir um felagskap, menning o.a

Niðanfyri eru nakrar myndir frá vitjanini.

                                                                                     Lagt út:  08-03-2021