Á aðalfundinum hjá evropeiska felagsskapinum fyri ítróttasambond,
ENGSO, um vikuskiftið varð avgerð tikin um, at árliga ráðstevnan hjá
felagsskapinum skal vera í Føroyum á heysti 2007.
Hetta er fyrstu ferð, at ein slík evropeisk ráðstevna verður hildin
her heima. ÍSF hevur seinnu árini miðvíst arbeitt við at gera vart
við Føroyar í hesum felagsskapi, ið fevnir um ítróttasambond og
olympiskar nevndir úr øllum Evropa.
Hetta hevur m.a. havt við sær, at Føroyar luttóku í einum pallborði
um ítrótt í oyggjasamfeløgum á ráðstevnuni seinasta heyst, at
Ítróttasamband Føroya luttekur í einum fylgibólki hjá
menningarbólkinum hjá felagsskapinum, og at nevndin hjá
felagsskapinum kemur til Føroya at hava nevndarfund í september 2006.
Nú er so greitt, at limalondini hava viðgjørt føroyska tilboðið um at
skipa fyri ráðstevnuni í 2007 við vælvild.
Formaðurin, Bengt Sevelius, legði uppskotið at leggja ráðstevnuna í
Føroyum í 2007 fyri aðalfundin leygardagin. Limalondini stuðlaðu
einmælt tilmælinum hjá nevndini.
Sum meginfelagsskapur fyri ítróttasambond í Evropa arbeiðir ENGSO
(European Non Governmental Sports Organisation) m.a. sum
lobbyfelagsskapur fyri ítrótt mótvegis nationalum og evropeiskum
politiskum myndugleikum. Samstundis miðjar felagsskapurin eftir at
menna førleikan hjá limafelagsskapunum. Triðji tátturin er at skapa
karmar fyri einum opnum kjaki um yvirskipaði ítróttaviðurskifti í
Evropa.
Ítróttasamband Føroya hevur verið limur í ENGSO síðani 1976.
Ítróttasamband Føroya ásannar stóra týdningin av, at Føroyar átaka
sær ein virknan leiklut í altjóða ítróttafelagsskapum bæði fyri at
fáa ávirkan og fyri at styrkja um altjóða profilin hjá Føroyum.
Ítróttasamband Føroya vónar, at sersambondini fara at taka hendan
tráðin upp og í øktan mun fara at taka á seg ábyrgd í altjóða
ítróttasamstarvi.