Ingi Samuelsen: Góður atburður hjá børnum

Anna og Tinna – Tað skal vera stuttligt

– At ganga til ítrótt skal vera stuttleiki, og ikki kennast sum nakað trýst. Tað halda Tinna Berg Jørgensen og Anna Sørensen, báðar 10 ára gamlar og ganga í Skt. Frans skúla.

Hvønn mikudag millum 17 og 18 eru tær Hvirluvindar. Hvirluvindar eru børnini, sum venja í felagnum Hvirlan, ið er eitt av tveimum feløgum, sum íðkar frælsan ítrótt í Havn. Um veturin gongur venjingin fyri seg í einari av fimleikahøllunum í Kommunuskúlanum, og um summarið eru tey á Tórsbreyt. Tað vóru foreldrini hjá Tinnu og Annu, sum hildu, at tær skuldu fara at royna frælsan ítrótt. Hóast tær ikki vistu rættiliga hvat tað innibar tá tær byrjaðu  sum 9 ára gamlar, so eru tær nú sannførdar um, at tað er ordiliga stuttligt at ganga til frælsan ítrótt, so tær kenna tað als ikki sum nakað trýst.

– Vit gera altíð okkurt skeg, tá vit eru til venjing. Klatra, loypa og royna okkum í forðabreyt. Eisini hava vit stoppdans – tað er super.

Hvirlan hevur lagt seg eftir at vera opin fyri øllum, sum ynskja at vera við, og ikki ganga so høgt uppí kappingarpartin av ítróttinum. Høvuðsvenjari hjá minstu børnunum í vetur er Randi Kúrberg.

– Børnini sleppa at royna alt møguligt hjá okkum. Tað hevur týdning, at børnini fáa roynt og vant sín motorikk, javnvág og kropsliga smidleika. Áðrenn børnini eru 10-12 ár er ikki møguligt at siga, um eitt tað verður ein góður rennari, kastari ella leypari. Tí fara vit ikki ígongd við servenjingarnar fyrr enn tey eru vorðin eldri og sjálvi hava verið við í avgerðini um hvørja sergrein tey skulu íðka. Meðan tey eru yngri, royna vit alt, og so eitt sindur afturat, sigur Randi smílandi.

Dreingir og gentur venja saman og munur verður ikki gjørdur á hvørjum menningarstøði børnini eru. Tað hava tey ungu einki ímóti, tí tað skal vera stuttligt og hugnaligt.

– Viðhvørt kann onkur av dreingjunum kanska vera eitt sindur irriterandi, men so siga vit tað bara við hann, ella siga tað við ein vaksnan. Tað sigur Randi, at vit skulu gera, greiða tær báðar Tinna og Anna frá.

Tá Hvirluvindarnir venja, eru nakrir reglur, ið skulu haldast. Millum reglurnar er, at børnini skulu lurta eftir hvat sagt verður, at tey skulu hjálpa venjarunum og tey sleppa ikki at yvirhála.

Fyrilit er eisini eitt afturvendandi orð, sum venjararnir brúka í venjingini.

– Eg haldi ikki, at tað er nakað av børnunum, sum ikki veit hvat tað merkir at hava fyrilit fyri hvørjum øðrum, sigur Randi Kúrberg.

Les allar leiðreglurnar um góðan atburð her