olafur600x345
Forsetin í Íslendska Ítróttasambandinum, Ólafur Eðvarð Rafnsson, andaðist týsdagin í Geneve einans 50 ára gamal.

Ólafur var góður vinur hjá okkum í Ítróttasambandinum, og arbeiddi sum aðrir ISI-forsetar undan honum íðin fyri føroyskum áhugamálum í altjóða ítrótti. Í 2010 fekk hann handað gullmerki hjá Ítróttasambandinum á fundi í Stockholm.

Sum sannur ítróttamaður – Ólafur vann íslendska meistaraheitið í kurvabólti við Haukar í 1988 – strembaði Ólafur eftir at gera mun í øllum, sum hann tókst við. Hetta hevði við sær fleiri ábyrgdarstørv innan ítróttin.

Árini 1996-2006 var hann formaður í íslendska kurvabóltssambandinum. Síðani hevur hann verið formaður í Íslendska Ítróttasambandinum. Og í 2010 varð hann valdur til forseta í evropeiska kurvabóltssambandinum, FIBA Europe.

Álitisstørvini vóru væl í samsvar við persónligu eginleikarnar hjá Ólafi. Hann var nærlagdur í øllum, hann fekst við, og hevði eina heilt serliga nærveru og arbeiðsorku. Møguleikarnir hjá honum í altjóða ítróttarpolitikki tóktust óavmarkaðir.

Ólafur var ein góður vinur, og nýtti eitthvørt høvi at bjóða umboðum frá Føroyum við, tá størri ítróttafundir ella hátíðarhald vóru í Íslandi. Og hann vitjaði eisini okkum her heima. Sum føroyavinur hevði hann fleiri ferðir ætlað sær at halda Ólavsøku í Føroyum. Og nú í summar skuldi tað vera – allar fyrireikingar vóru gjørdar.

Vit í Ítróttasambandinum hava mist ein góðan vin og samstarvsfelaga. Vit drýpa høvur saman við familjuni hjá Ólafi, konuni og trimum børnum teirra, og okkara íslendsku vinum og lýsa frið yvir Ólaf.

Vegna Ítróttasamband Føroya

Petur Elias Petersen, forseti