Á lítlari samkomu fríggjadagin fingu leiðari og starvsfólk í frítíðarskúlanum við Løgmannabreyt handað prógv og heiðursbræv, sum vísir, at skúlin er blivin ítróttagóðkendur sambært leiðreglunum, sum Dansk Idrætsforbund hevur gjørt.

At blíva ein ítróttagóðkendur frítíðarskúli merkir, at leiðsla og starvsfólk hava verið ígjøgnum nøkur førleikamennandi skeið, har undirvíst verður í, hvussu starvsfólkini kunnu brúka ítrótt sum eitt námsfrøðisligt amboð til at styrkja teir kropsligu, kognitivu, sálarligu og sosialu førleikarnar hjá børnunum.

Á samkomuni helt leiðarin á frítíðarskúlanum, Morten Hust Petersen, røðu, har hann greiddi frá tilgongdini til hesa góðkenning, og hvussu tey fara at brúka hesi amboðini aktivt í gerandisdegnum.

Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, tosaði um týdningin av, at rørsla blívur ein náttúrligur partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum, og helt, at hetta var heilt avgjørt ein gongd leið, sum frítíðarskúlin er farin undir.

Grete Sandholm, undirvísari, greiddi somuleiðis frá tilgongdini, og hvussu týdningarmikið tað er at førleikamenna starvsfólk og leiðslu til júst hetta endamálið. Hon greiddi frá, hvussu ein kann brúka rørslu/ítrótt sum eitt námsfrøðisligt amboð bæði á stovnum og í skúlum.

ÍSF og DIF eru í løtuni í samskifti um, at ÍSF frameftir skal hava ábyrgdina av at bjóða hesi skeiðini út til dagstovnar og frítíðarskúlar í Føroyum. Til hetta krevst, at ÍSF fer at útbúgva sínar egnu undirvísarar til endamálið.

Meira verður at frætta um hetta fyrst í komandi ári.

Um onkur hevur áhuga í at blíva undirvísari/samskipari á hesum tilboðnum, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Andras Nolsøe, ítróttaráðgeva, tpost: andras@isf.fo ella á tel: +298 221563.