Føroyskur ítróttur hevur nú á fyrsta sinni fingið eina íðkaranevnd. Fimm føroysk ítróttarfólk manna nevndina, ið skal umboða sjónarmiðini hjá øllum íðkarum í Føroyum. Hartil skal nýggja nevndin takast við uppá ráð í viðurskiftum hjá úrvalsíðkarum

Tey, ið manna hesa fyrstu íðkaranevndina eru:

  • Hávard Vatnhamar (Parasport Føroyar)
  • Edna Maria Debes (Frælsur Ítróttur Føroya)
  • Gunnva Jacobsen (Badmintonsamband Føroya)
  • Torkil Veyhe (Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon)
  • Petur Sigurð Johannesen (Judo Føroyar)

Sambært reglunum skal nevndin hava javnstøðu, umframt, at ein limur skal vera frá Parasport. Forfólkið tekur sæti í starvsnevndini hjá ÍSF og fer tí at vera við til at mynda ÍSF frameftir. Nevndin  skipar seg á fyrsta fundinum.

Tað var samtykt á aðalfundinum í fjør, at Føroyar skuldu liva upp til krøvini frá IOC um eina íðkaranevnd, soleiðis at tey íðkandi, ið eru seriøs og vilja náa langt, fáa eina rødd, har avgerðirnar verða tiknar.

Hjá ÍSF fegnast tey um undirtøkuna til hetta fyrsta valið, og at heili 11 ymisk fólk stillaðu upp.

Krøvini til tey uppstillaðu eru, at tey innanfyri seinastu 6 árini skulu hava luttikið í altjóða vaksnamannakappingum – til dømis HM, EM, NM ella Oyggjaleikum, tá tey vóru 18 ár ella eldri. Hetta sama er galdandi fyri tey, sum skulu velja.

Hóast limirnir í nývaldu nevndini øll hava íðkað ávísar ítróttargreinar, skulu tey í Íðkaranevndini umboða øll íðkandi og allar ítróttargreinar her á landi.

Valskeiðið er vanliga fýra ár, tó val annaðhvørt ár, so at hvørji tvey ár eru ávikavist tveir og tríggir nevndarlimir fyri vali. Hendan fyrsta íðkaranevndin situr tó til á heysti 2023, eftir næstu oyggjaleikir.

reglugerð fyri Íðkaranevnd