Góðu HB-arar, havnafólk og gestir 

Hjartaliga tillukku við Havnar Bóltfelag, nú felagið fyllir 100 ár. Hetta er ein stórur dagur fyri HB, og hetta er eisini ein stórur dagur fyri ítróttin í Føroyum.

HB hevur altíð millum manna verið roknað sum eitt av teimum stóru – og hevur eisini verið tað. Altíð frammalaga og altíð ført fyri at gera vart við seg.

Við einari heilari øld á baki telist Havnar Bótfelag millum elstu ítróttafeløg í landinum. Hetta gevur eina serstøðu, ið felagið tó hevur megnað at røkt so væl, at tað í mangar mátar hevur verið eitt undangongufelag fyri onnur.

Aldurin í sjálvum sær er merkisverdur, men ikki minni áhugavert er tað at síggja, at HB telist millum teirra, ið eldist við yndi. Hetta sæst ikki minst aftur í, at felagið støðugt hevur ment seg og tikið við nýggjum avbjóðingum.

Einki annað felag hevur vunnið so nógv sum HB, tað verið seg sum steypavinnari og føroyameistari. Tillukku við tí.

Fyri Havnina hevur HB altíð havt sera stóran týdning, og saman við øðrum feløgum í býnum, hava tit givið ungdóminum eitt gott og mennandi frítíðarítriv, sum hjá teimum flestu man hava verið orsøk til mong og góð minni, tá nøkur ár eru fráliðin. Eg tori at siga, at Havnin hevði verið fátøk, um vit ikki høvdu tykkum, og her vil eg eisini fegin takka fyri alt, tit í HB hava gjørt líka síðan 1904. Illa ber til at gera hetta upp í verðsligum virðum, so hóast tøkkin kanska kann kennast fátækslig, skal hon so sanniliga ikki liggja eftir.

Ítróttarsamband Føroya skal eisini her bera HB eina stóra tøkk fyri stuðul øll árini síðan 1939, tá ÍSF varð sett á stovn. Frá fyrsta degi sóu havnamenn týdningin av at fáa samskipa ítróttin í Føroyum, og saman við øðrum vóru teir við til at leggja lunnar undir ÍSF.

Í mínum arbeiði sum forseti í Ítróttasamband Føroya og við mentunarpolitikki havi eg sæð, at eingin ivi er um tann týdning, tað hevur fyri trivnað og menning í landi okkara, at vit eiga ein virknan ungdóm, sum ikki sparir seg, men vil leggja tíð og mátt í at røkja tann mentunararv, ið sprottin er úr føroyskum jørðildi.

Vit, sum fáast við ítrótt og tískil hava dagligt samband og samstarv við ta fjøld av fólki í øllum aldri, ið er virkin innan ítróttin – serliga ungdóm, kvinnu sum mann – undrast og fegnast støðugt yvir, hvussu eldhugi og sjálvsofran kunnu flyta fjøll – og gera tað.

At HB hevur eina glæsiliga fortíð, finna vit so mong dømi um tá ein lesur bókina Havnarmenn í Gundadali, har Jógvan Arge sigur frá um tey fyrstu 50 árini. Tíðin hevur ikki verið minni glæsilig seinastu 50 árini, sum Suni Merkisstein í nýggjari bók kemur at siga okkum frá. Vit gleða okkum at síggja og lesa hetta megnarverk um HB.

Men í øllum hesum hava tit ongantíð læst tykkum føst í fortíðina. Framtíðin hevur altíð staðið frammaliga, og tit hava dugað at sæð týdningin í, at ungt fólk tekur við, har tey gomlu sleppa. Ungdómurin og gott ungdómsarbeiði eru grundvøllir undir framtíðini hjá HB.

Hetta er ein stórur dagur hjá HB í dag. 100 ár eru liðin, síðan havnarmenn tann 4. oktober 1904 stovnaðu fótbóltsfelagið, Havnar Bóltfelag,

Ítróttarsamband Føroya hevur eftir ynski frá felagnum, valt at heiðra HB við peningagávu, og kundu vit hugsa okkum, at peningurin verður brúktur til tey ungu. Har liggur framtíðin hjá felagnum.

Ítróttasamband Føroya hevur gjørt eitt skreytblað í samband við dagin og fari eg her at lesa upp orðini, vit hava skrivað til føðingardagsbarnið HB:

Eina øld hevur slóðarin gingið á odda.
Uppalt ungling til mann,
– til frama fyri felag, einstakling og samfelag.

Hart hevur leikað á,
men fremst í gonguni
eru varðar laðaðir,
so lætt hevur verið at elt slóðbrótaran,
sum kynt hevur loga, ið hevur tænt sum viti.

Ein fyrimynd.

Øldin er rokkin, men framvegis,
spelkin sum unglingi,
verður brotið upp úr nýggjum.

Avbjóðingar bíða
– og slóðarin er til reiðar.

Hjartaliga tillukku
ynskir
Ítróttasamband Føroya

Við hesum orðum fari eg vegna Ítróttarsamband Føroya at takka Havnar Bóltfelag fyri gott samstarv við ynskjum um góðan byr í framtíðini.

Heðin Mortensen
ÍSF- forseti