Tá ÍSF fríggjadagin 1. februar 2019 kl. 16:00 skipar fyri samkomu í Smæruni at avdúka Ársins ÍtróttaNAVN 2018, Ársins ÍtróttaÁTAK 2018 og heiðurskjal Poul E. Petersen, fáa hesir persónar og átak ikkí einans heiðurin, tí tey verða samstundis stuðlaði við eini peningaupphædd afturfyri síni avrik.

Atlantic Airways stuðlar Ársins ÍtróttaNAVN 2018 við kr. 10.000

Tórshavnar kommuna stuðlar Ársins ÍtróttaÁTAK 2018 við kr. 10.000

Klaksvíkar kommuna stuðlar viðkomandi, sum fær heiðursskjal Poul E. Petersen’s við kr. 10.000

ÍSF takkar fyri stuðulin.

Freistin at innstilla er í morgin, leygardagin 12. januar. Lesið meira á heimasíðuni her, har oyðubløðini at nýta í samband við innstillingina, eisinin eru at finna: https://isf.fo/isf-heidrar-itrottinum/