Leygarkvøldið 28. desember verða ársins ítróttaheiðrar latnir, og nú er greitt, hvørji eru í uppskoti at gerast Ársins ÍtróttaSTJØRNUSKOT.

Ársins ÍtróttaSTJØRNUSKOT er uttan iva ein av teimum mest spennandi heiðrunum, tí í hesum bólkinum verður dentur ikki bert lagdur á, hvat íðkararnir hava avrikað, men eisini útlitini fyri framtíðar avrikum.

Øll, sum eru í uppskoti at gerast Ársins ÍtróttaSTJØRNUSKOT, hava gjørt vart við seg í síni ítróttagrein á altjóða stigi og skarað framúr í hesum árinum. Harumframt verður kravt, at Ársins ÍtróttaSTJØRNUSKOT er ein, ið hevur gjørt stór framstig í síni ítróttagrein, skapt frambrot í ítróttinum og víst potentiali til at náa høgum støði í nærmastu framtíð.

Tey trý, ið eru tilnevnd at gerast Ársins ÍtróttaSTJØRNUSKOT 2019 eru:

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, svimjing

Í kapping við føroyskar svimjarar fer Vár næstan ikki í hylin uttan at vinna sannførandi, og seinastu árini hevur hon gjøgnum harða og miðvísa venjing tikið seg nógv fram sum kappingarsvimjari. Á norðurlendsku meistarastevnuni síðst í november, gjørdist hon norðurlendskur meistari í 800 metra frísvimjing, og umframt at hon bleiv nummar tvey á 400 metrum. Vár setti føroysk met á báðum teinum við fleiri sekundum, og júst tað sigur ikki so lítið um hennara høga støði og framtíðarútlit.

Høgni Kunoy Dávason, taekwondo

Tú kanst ikki siga taekwondo í Føroyum, uttan eisini at siga Høgni Kunoy Dávason í sama setningi. Ungi søldfirðingurin hevur uppá fá ár givið ítróttagreinini taekwondo lív í Føroyum, og sum venjari í felagnum Hwarang hevur hann eisini fleiri dugnaligar íðkarar at vera errin av. Sjálvur gongur hann á odda, og hansara framstig seinastu árini rukku hæddini higartil, tá hann í januar sum 14 ára gamal gjørdist norðurlendskur meistari í aldursbólkinum 15-17 ár. Umframt, at Høgni sjálvur hevur fingið svarta beltið í taekwondo, hava tey í felagnum heili 17 svørt belti at vísa á, hóast felagið bert hevur fá ár á baki, og hesum eigur Høgni eisini sín part av heiðrinum fyri.

Elias Ellefsen á Skipagøtu, hondbóltur

Elias var ikki bert við á U17 landsliðnum, sum vann søguligan sigur í European Open, hann var eisini toppskjútti í kappingini, umframt, at hann varð kosin sum týdningarmiklasti leikarin í allari kappingini (Most Valuable Player). Í heimligu kappingini er Elias somuleiðis sannførandi, tá hann spælir við besta mansliðnum hjá H71, og hann er uttan iva ein av teimum ungu føroysku hondbóltsleikarunum, sum verða spennandi at fylgja í framtíðini, tí hann hevur dygdirnar til at gera seg galdandi á altjóða støði.

Umframt ársins ítróttastjørnuskot verða fimm aðrir heiðar latnir leygarkvøldið 28. desember:

Ársins ÍtróttaSAMBAND, Ársins ÍtróttaÁTAK, Ársins ÍtróttaFELAGI, Ársins ÍtróttaNAVN og Heiðursskjal Poul E. Petersen.