-fyri øll, serliga fyri skúlabørn saman við familju.

Í heystfrítíðini ber til hjá øllum at fara til ymiskan ítrótt.

Ítróttafeløgini skipa fyri tiltøkum, saman við ÍSF og Fólkaheilsuráðnum.

Yvir 20 ítróttarfeløg kring landið lata dyrnar upp og bjóða teimum, ið hava hug at royna teirra ítrótt, ella bara hava hug at røra seg at koma á gátt.

Tiltøkini vera kring alt landið, í døgunum frá 11. til 16. oktober. Tvs. í heystfrítíðini. Sí øki og ítróttatilboð niðanfyri.

SUÐURSTREYMUR

11/10 kl. 18-21
Havnar Judofelag
Børn, foreldur, ommur og abbar eru vælkomin at royna judo.
Vit halda til í Fimleikahøllini í eysturskúlanum. Inngongd frá skúlagøtu.

12/10-2010 kl. 10-14
Tórshavnar Golffelag
Øll eru vælkomin at royna at spæla golf. Vit eru á staðnum og vilja felgin hjálpa til. Vit hava golfkøllir og bóltar.
Vit halda til á Argjum, úti á Glyvursnesi.

12/10-2010 kl. 16.00-18.00
Flogbóltsfelagið Fleyr
Øll sum eru áhugað í at royna at spæla flogbólt eru vælkomin í Gundadalshøllina í Havn.

12/10-2010 kl. 18-21
Bogaskjótifelagið TAMBAR
Vit hava opið hús. Øll eru hjartaliga vælkomin at royna at skjóta við boga og píl. Vit halda til á loftinum í skipasmiðjuni í Havn – uppiyvir heystframsýningini.

13/10-2010 kl. 10-14
Tórshavnar Golffelag
Øll eru vælkomin at royna at spæla golf. Vit eru á staðnum og vilja fegin hjálpa til. Vit hava golfkøllir og bóltar.
Vit halda til á Argjum, úti á Glyvursnesi.

13/10-2010 kl. 16-18
Smæran, Ítróttafelagið fyri fólk við tarni
Smæran, Ítróttafelagið fyri fólk við tarni, bjóðar til boccia og racerrunning á Skúlanum á Trøðni. Boccia er eitt spæl, har øll kunnu vera við. Racerrunning eru súkklur við trimum hjólum serliga ætlað fólki við javnvágstrupulleikum og CP, men øll kunnu tó royna súkklurnar henda dagin.
Komið og roynið nakað nýtt og øðrvísi.

13/10-2010 kl. 14-16
Havnar Tennisfelag
Øll eru hjartaliga vælkomin at royna at spæla tennis á tennisvallunum í Gundadali í Havn. Vit hava ketjarar og bóltar.
Fyrivarni má takast fyri veðrinum, tí ikki kann spælast í vindi og regni.

13/10-2010 kl. 18-19
Ítróttafelagið HVIRLAN
Børn og ung í aldrinum 8 til 14 ár eru vælkomin á Tórsbreyt at royna eitt sindur øðrvísi mátar av rørslu. Tit sleppa at royna tykkum í presisiónskasti, longdarlopi við stong og 200/400 m. renning uppá tíð – tvs., at tað ræður um at renna eina ávísa tíð, heldur enn bara skjótt. Kom og hav tað stuttligt saman við okkum.

13/10 kl. 18-21
Havnar Judofelag
Børn, foreldur, ommur og abbar eru vælkomin at royna judo.
Vit halda til í Fimleikahøllini í Eysturskúlanum. Inngongd frá Skúlagøtu.

14/10-2010 kl. 15-19
Róðrarfelagið Knørrur
Øll eru vælkomin at rógva við bátum felagsins. Vit hava vestar. Bátarnir standa í Evensens Pakkhúsi á veg út á Tinganes/Landsstýrið.

14/10-2010 kl. 18-21
Bogaskjótifelagið TAMBAR
Vit hava opið hús. Øll eru hjartaliga vælkomin at royna at skjóta við boga og píl. Vit halda til á loftinum í skipasmiðjuni í Havn – uppiyvir heystframsýningini.

16/10-2010 kl. 15-18
Bogaskjótifelagið TAMBAR
Vit hava opið hús. Øll eru hjartaliga vælkomin at royna at skjóta við boga og píl. Vit halda til á loftinum í skipasmiðjuni í Havn – uppiyvir heystframsýningini.

NORÐSTREYMUR:

13/10-2010 kl. 19-22
Sunda Byrsufelag
Øll eru vælkomin at royna at skjóta. 16 ára aldursmark.
Skjótibreytin liggur norðan fyri elementfabrikkina á Norðskála

13/10-2010 kl. 18.30-22.00
ÍF-Kappróður
Vit hava opið hús og øll eru vælkomin at fáa vegleiðing og nýta venjingarútbúnaðin hjá felagnum.
Neystið liggur beint aftaná KATO.

13/10-2010 kl. 19.00-21.00
Bogaskjótifelagið ØRVUR
Vit hava opið hús – børn, foreldur, ommur og abbar eru vælkomin at royna at skjóta við boga og píl.
Vit halda til í kjallaranum í NSÍ-høllini.

14/10-2010 kl. 18-21
Sunda Judofelag
Øll, ung sum eldri, eru vælkomin at hoyra um judo og at royna tað.
Vit halda til í fimleikahøllini á felagsskúlanum á Oyrarbakka.

16/10-2010 kl. 10-18
ÍF-Kappróður
Vit hava opið hús og øll eru vælkomin at fáa vegleiðing og nýta venjingarútbúnaðin hjá felagnum.
Eisini flota vit 10-mannafarið Fuglfirðingur, so børn, ungdómur, foreldur ommur og abbar eru vælkomin at rógva ein túr.
Neystið liggur beint aftaná KATO.

16/10-2010 kl. 19.00-21.00
Bogaskjótifelagið ØRVUR
Vit hava opið hús – børn, foreldur, ommur og abbar eru vælkomin at royna at skjóta við boga og píl.
Vit halda til í kjallaranum í NSÍ-høllini.

NORÐOYGGJAR

12/10-2010 kl. 16-18
Norðdepils-Hvannasunds Róðrarfelag
Øll eru vælkomin at rógva við bátum felagsins. Vit hava vestar.
Miðskeiðis í bygdini í Norðdepli.

13/10-2010 kl. 14.00-17.00
Flogbóltsfelagið Mjølnir.
Øll eru vælkomin at royna at spæla familjuflogbólt. Vit spæla flogbólt, smáspøl og hugna okkum, og øll kunna vera við.
Vit vera í Fimleikahøllini í skúlanum á Ziskatrøð

14/10-2010 kl. 16-18
Norðdepils-Hvannasunds Róðrarfelag
Øll eru vælkomin at rógva við bátum felagsins. Vit hava vestar.
Miðskeiðis í bygdini í Norðdepli.

EYSTUROY

13/10-2010 kl. 18.30-22.00
ÍF-Kappróður
Vit hava opið hús og øll eru vælkomin at fáa vegleiðing og nýta venjingarútbúnaðin hjá felagnum.
Neystið liggur beint aftaná KATO.

13/10-2010 kl. 19.00-21.00
Bogaskjótifelagið ØRVUR
Vit hava opið hús – børn, foreldur, ommur og abbar eru vælkomin at royna at skjóta við boga og píl.
Vit halda til í kjallaranum í NSÍ-høllini.

14/10-2010 kl. 18-21
Sunda Judofelag
Øll, ung sum eldri, eru vælkomin at hoyra um judo og at royna tað.
Vit halda til í fimleikahøllini á felagsskúlanum á Oyrarbakka.

16/10-2010 kl. 10-18
ÍF-Kappróður
Vit hava opið hús og øll eru vælkomin at fáa vegleiðing og nýta venjingarútbúnaðin hjá felagnum.
Eisini flota vit 10-mannafarið Fuglfirðingur, so børn, ungdómur, foreldur ommur og abbar eru vælkomin at rógva ein túr.
Neystið liggur beint aftaná KATO.

16/10-2010 kl. 19.00-21.00
Bogaskjótifelagið ØRVUR
Vit hava opið hús – børn, foreldur, ommur og abbar eru vælkomin at royna at skjóta við boga og píl.
Vit halda til í kjallaranum í NSÍ-høllini.

VÁGAR

11/10-2010
Miðvágs Badmintonfelag
Generatiónsbadminton – nýtt og spennandi
Øll eru vælkomin í ítróttahøllini á Giljanesi.
Hvat er generatiónsbadminton?
Tað verður spælt í tvímannsleiki.
Leikararnir eru foreldur – børn saman. Kann eisini vera abbar/ommur – børn.
Treytin er at tað skulu minst luttaka 2 generatiónir ella í 3. generatión. Í mun til áhugan og tilmeldingina verða liðini sett saman í styrki, um tað skal vera mix, ella at 3. generatión spælir fyri seg – tvs. omma og ommusonur.
Tað er ikki ein treyt at ein nýtist at duga væl at spæla badminton.

13/10-2010 kl. 18.00-21.00
Vágaskot
Øll, ung sum eldri, eru vælkomin í fimleikahøllina í skúlanum á Giljanesi at royna at skjóta við boga og píl.

Vága Ríðingarfelag (gjalding)
Vit skipa fyri ríðiskúla fyri børnum. Foreldur, ommur og abbar eru eisini vælkomin til kaffi og prát.
Sí meiri um tilmelding á www.davidsenhestar.com

15/10-2010
Miðvágs Badmintonfelag
Generatiónsbadminton – nýtt og spennandi
Øll eru vælkomin í ítróttahøllini á Giljanesi.
Hvat er generatiónsbadminton?
Tað verður spælt í tvímannsleiki.
Leikararnir eru foreldur – børn saman. Kann eisini vera abbar/ommur – børn.
Treytin er at tað skulu minst luttaka 2 generatiónir ella í 3. generatión. Í mun til áhugan og tilmeldingina verða liðini sett saman í styrki, um tað skal vera mix, ella at 3. generatión spælir fyri seg – tvs. omma og ommusonur.
Tað er ikki ein treyt at ein nýtist at duga væl at spæla badminton.

SUÐUROY

14/10-2010 kl. 16.00-20.00
TB-flogbóltur
Kom og royn teg sum flogbóltsleikara í Ítróttahøllini í Trongisvági. Øll eru vælkomin, børn foreldur, ommur og abbar.

15/10-2010 kl. 14
VB-Súkkling
Vit bjóða familjum á súkklutúr. Byrjað verður við Vágshøll og súkklað verður út á Nes og vestur aftur til Vágshøll, har vatn og frukt verður at fáa.

16/10-2010 kl. 10 og úteftir
Ítróttafelagið ROYN
Vit hava opið í høllini allan dagin. Børn, foreldur, ommur og abbar eru hjartaliga vælkomin.
Møguleiki verður fyri at royna at spæla borðtennis, og vit skipa fyri eini postarenning ella gongutúri til søgulig støð í Hvalba.
Vit fara at hava tað stuttligt og hugna okkum.
Møguliga verður okkurt yvirraskilsi á skránni.

SANDOY

11/10-2010 kl. 16.00-18.00
Sands Róðrarfelag
Øll, bæði børn, foreldur, ommur og abbar, eru vælkomin at royna at rógva. Vit halda til har sum Sildberin leggur at.
Vit hava vestar.