Tíðindaskriv frá Altjóða Oyggjaleikanevndini
Starvsnevndin hjá Altjóða Oyggjaleikafelagsskapinum – International Island Games Association – IIGA – hevði sín árliga várfund í Føroyum hálvan mars 2013. Millum evnini, ið IIGA-starvsnevndin umrøddi, var ein framløga av eini ætlan fyri, hvussu Føroyar kundu hugsað sær at skipa fyri Oyggjaleikunum í 2019. Framløgan var samsvarandi nýggju mannagongdina fyri, hvussu rætturin at skipa fyri Oyggjaleikunum verður latin limaoyggjunum – hesa mannagongdina samtykti aðalfundurin hjá IIGA seinasta summar..
“Føroyar, ið eru ein av stovnandi limaoyggjunum í IIGA, skipaðu fyri einum sera væleydnaðum Oyggjaleikum í 1989. Vegna IIGA fegnist eg stórliga um, at Føroyar eru til reiðar at gerast vertur fyri leikunum aftur”, viðmerkti Jörgen Pettersson, formaður í IIGA.
Millum ætlaðu íløgurnar og dagføringarnar fram til 2019 løgdu Føroyar fram ætlanir um at gera ein 18-hols golfvøll, ið fer at hava frálíkt útsýni yvir sjógvin, í høvuðsstaðnum Tórshavn.
“Hendan íløgan fer at vera ein varandi arvur eftir leikirnar fyri allar Føroyar og teirra ferðavinnu”, segði Pettersson. IIGA-nevndin hitti politiskar myndugleikar umboðandi Føroya Landsstýri og Tórshavnar Kommunu, og lýstu hesir sín fulla stuðul til ætlanina um at fyriskipa leikunum aftur.
Frágreiðingar um gongdina í fyrireikingunum av NatWest Oyggjaleikunum á Jersey í 2015 og leikunum í Gotlandi í 2017 vórðu eisini lagdar fyri nevndina.
Høvuðsdenturin á fundinum varð tó lagdur á fyrireikingarnar av NatWest Oyggjaleikunum á Bermuda í summar (13.-19. juli). Eini 2.000 ítróttafólk, leiðarar og dómarar fara at taka lut í leikunum, ið fyri fyrstu ferð verða fyriskipaðir hinumegin Atlantshavið.
“Vit eru til reiðar til eina viku við ítrótti, og fara at vísa okkara gestum vakurleikan á Bermuda og okkara stóra alsk til ítrótt”, viðmerkti Paul Scope, ið umboðar vertsoynna í IIGA-nevndini.
Umboðið hjá høvuðsstuðlinum, NatWest, Jerry Whitsey, gleðir seg eisini til leikirnar á Bermuda. “Ein av orsøkunum hjá NatWest-bankanum at vera høvuðsstuðul hjá NatWest Oyggjaleikunum er vitanin um, at hesin felagsskapurin veruliga ger mun í oyggjasamfeløgunum, sum eru við. Arvurin frá leikunum – bæði av fyriskipan og luttøku – er fjølbroyttur og fer í nógv ár framyvir at hjálpa við at menna ítrótt í limaoyggjunum. Vit føra oyggjar saman í ítrótti og sonnum vinalagi”.
“IIGA og NatWest Oyggjaleikirnir menna oyggjar og oyggjabúgvar innan ítrótt. Heilt síðani 1985 hava “vinarligu leikirnir” samansjóða oyggjar og oyggjabúgvar. Í summar fara vit fyri fyrstu ferð tvørtur um Atlantshavið, og fer tað at víðka okkara sjónarring enn meiri”, viðmerkti Jörgen Pettersson.
Meiri kunning fæst frá IIGA-formanninum Jörgen Pettersson á tel. +358 457 3135 640.