ÍSF heiðrar eini ítróttaFYRIMYND, sum við sínum góða lið- og felagsanda gevur sítt íkast til, at børn, ung og vaksin kunnu íðka sín ítrótt og njóta samanhaldið í lokalu feløgunum. Ársins ÍtróttaFYRIMYND er ein venjari, liðleiðari, stevnusamskipari ella okkurt heilt annað, ið við serligum innsatsi hevur viðvirkað til samanhaldið í sínum ítróttafelag. Viðkomandi hevur skarað framúr undanfarna árið, og hevur tí uppiborið heitið sum ársins ÍtróttaFYRIMYND.

GG: at tit greiða væl frá, hví tykkara fyrimynd skal fáa heiðurin í ár.

ÍtróttaFYRIMYNDIN er t.d. ein, sum:

  • Skapar gott vinarlag á liðnum ella í felagnum
  • Tekur sín ítrótt í álvara og er góð fyrimynd fyri onnur
  • Hevur ein jaligan hugburð og góða orku
  • Syrgir fyri, at høllin er bíløgd til venjing ella kapping, t.d.
  • Altíð stendur klár/ur við vatnpostarnar
  • Kritar banan upp, so vit onnur kunnu spæla á honum
  • Ger, at felagið, liðini og limirnir arbeiða væl saman
  • Og/ella, sum á serligan hátt viðvirkar til samanhaldið í felagnum

Arbeiðsgongd:

  • Øll kunnu innstilla eina ítróttafyrimynd, sum tey meta hevur virkað fyri at fremja lið- og felagsandan á serstakan hátt í undanfarna árið
  • Nevnd Poul E Petersens tekur støðu til, hvør skal hava heiðurin sum ársins ÍtróttaFYRIMYND.
  • Ein fyrimynd verður kosin hvørt ár. Nevndin kann taka avgerð um, at eingin fyrimynd verður heiðrað

Vegleiðing til instilling og grundgeving:

Fyri at nevndin skal hava góðar fortreytir at meta ímillum innkomnu innstillingar, er tað umráðandi, at grundgevingarnar eru greiðar og væl orðaðar, og greiða frá,a hvønn hátt átakið uppfyllir lýstu treytirnar.

Meira um ÍtróttaFAGNAÐIN sæst her