Evniskvøld um “Kynstrið at skapa breiðar felagsskapir fyri børnini, breiddina og tey bestu”
Kom við, tá ið Lene Terp (venjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum), Annika Helgadóttir Davidsen, (sálarfrøðingur), Mark Lausen-Marcher, (ítróttastjóri), Heri Ziska, (venjari), Gudmundur Joensen, (fyrrv. leiðari av Ítróttarháskúlanum), og Øssur D. Eiriksfoss (fyrrverandi úrvalsíðkari), eru gestarøðarar á tiltøkum kring landið, har vit viðgera innihaldið í nýggju ætlanini hjá ÍSF fyri næstu fýra árini.
Les meir um strategisku ætlanina her.
Í døgunum 8.-17. november ferðast ÍSF kring landið, og vit vilja fegin greiða øllum, sum eru áhugað og virkin í lokalu ítróttafeløgunum, frá ætlanini og hoyra ymiskar hugsanir.
Tiltøkini eru ætlað nevndarlimum, foreldrum, venjarum, sjálvbodnum og annars øllum, sum eru virkin og áhugað í ítróttarfelagsskapum kring landið.
Evnini, sum verða viðgjørd, eru:
– Hvussu kunnu vit í felag tryggja góða felagsskapin?
– Hvussu kunnu vit halda sjálvbodnum til felagsskapin?
– Hvussu kunnu vit skapa eitt mennandi venjingarumhvørvi fyri øll – bæði breidd og framtíðar úrvalsíðkarar?
Tann góði felagsskapurin er reyði tráðurin í tí felags ætlan, sum ítróttagreinar í Føroyum herfyri samdust um at arbeiða fram ímóti. Eitt høvuðsmál er, at øll skulu við, og dentur verður lagdur á at virða gleðina við at íðka ítrótt eins høgt og siðursgleðina. Og so leggur ÍSF fyri fyrstu ferð fram eitt tilmæli um, at børn skulu kunna vera virkin í fleiri ítróttagreinum í senn.
Umframt starvsnevndina og onnur umboð frá ÍSF verða skiftandi gestarøðarar til hvørt evniskvøld:
Tiltøkini eru kl. 19.00 – 21.00 á hesum støðum:
- 8. november Eysturoy (Løkshøll): Mark Lausen-Marcher
- 9. november Klaksvík (Skúlin á Skúlatrøð): Annika Helgadóttir Davidsen
- 10. november Norðurstreymoy (Skúlin við Streymin): Heri Ziska
- 14. november Vágar (Skúlin á Giljanesi): Lene Terp
- 15. november Sandoy (Stað kemur): Guðmundur Joensen
- 16. november Suðurstreymoy (Aulan í Finsen): Lene Terp
- 17. november Suðuroy (Skúlin í Trongisvági): Øssur D. Eiriksfoss
Um gestarøðararnar:
- LENE TERP, kvinnulandsliðsvenjari og mennari hjá FSF: “Venjaraleikluturin skal raðfestast, um vit vilja tryggja eitt mennandi venjingarumhvørvi – bæði fyri breidd og úrval”.
- MARK LAUSEN-MARCHER, ítróttastjóri HSF: “Góða venjingarumhvørvið og týdningurin av at venja fleiri ítróttagreinar”
- ANNIKA HELGADÓTTIR DAVIDSEN, sálarfrøðingur: “Ung, trýst og úrslit, soleiðis sum børn og ung uppliva tað”.
- HERI ZISKA, venjari og granskari: “Nær skal eg velja? – hvat sigur nýggjasta granskingin um týdningin av at venja fleiri ítróttagreinar?”.
- GUÐMUNDUR JOENSEN, fyrrv. leiðari á Ítróttaháskúlan í Suðuroy: “Um børn og rørslugleði”
- ØSSUR DEBES EIRIKSFOSS, fyrrv. úrvalsíðkari og bachlor í ítrótti “Sjónarhornið hjá einum íðkara”
Vit vóna at síggja venjarar, íðkarar, nevndarlimir, foreldur, umboð fyri kommunalu fyrisitingarnar og onnur áhugað.
Øll eru vælkomin!