Hevur føroyska ítróttin fyri neyðini at hava fokus á sálarfrøði?

Ítróttasamband Føroya hevur skipað fyri tveimum evniskvøldum um júst hetta evni. Mánadagin 1 oktober kl 19:00 verður skipað fyri einum evniskvøldi í skúlanum í Trongisvági.

Vit koma inná, hvat ítróttasálarfrøði merkir og hvussu vit kunnu menna ítróttina við at hava fokus á sinnið og á onnur viðurskifti í okkum og kring okkum. Rigmor Napoleonsdóttir Arge er fyrilestrarhaldari

Rigmor Napoleonsdóttir Arge er útbúgvin sálarfrøðingur og ítróttalærari. Hon hevur innan sálarfrøðisyrki veitt viðgerð, vegleitt og ráðgivið einstaklingum, bólkum/liðum innan breiddar- og úrvalsítrótt. Eisini hevur hon egnar royndir innan ítróttin, bæði sum íðkari, venjari, avvarðandi, nevndarlimur í ítróttafelagi og sersambandi.

Tiltakið er alment og bjóðar ÍSF øllum vælkomin

(mynd: kvf.fo)