Heimasíðan hjá ÍSF setir fólki spurningar um ítrótt og rørslu.
Hesa ferð er gesturin Jórunn Gudmundsen, samskipari hjá Frælsum Ítrótti Føroya

 

  • Navn:  Jórunn Gudmundsen
  • Aldur: 27 ár
  • Ùtbúgving/Starv: Leiðari í ungdómshúsinum í Sunda kommunu og samskipari, hjá Frælsum ítrótti Føroya.

 

1: Hvussu ofta íðkar tú ítrótt um vikuna og hvønn ítrótt er talan um.

Eg íðki umleið 5 ferðir um vikuna. Tími nærum allan ítrótt, so eg blandi tað eitt sindur, ann uppá veðrið: um tað er lítið av vindi, dámar mær væl at fara ein langan súkklutúr, um tað er ringt veður, fari eg í fittness og so elski eg, at renna í regni. Gangi eisini nógv í haganum og dámi allarbest at vera úti.

 

2: Íðkaði tú ítrótt sum barn?

Ja, í langar banar 🙂 Eg byrjaði við, at fara við babba á fjall sum 4-5 ára gomul og eg minnist enn, hvussu nógv eg pressaði meg, longu tá. Havi í gjøgnum árini gingið til fótbólt, hondbólt, talv, rógving, ymiskan dans, badminton, renning, longdarlop og havi súkklað við Rynkeby. Um mítt skema loyvdi tí, hevði eg gingið til alt hetta enn, men eg eri noydd til at prioritera annaleiðis nú, har útbúgving og arbeiði kemur framum. Í løtuni íðki eg ítrótt, har eg sjálv kann bestemma venjingartíðirnar, men eg vóni, at kunna íðka liðítrótt aftur skjótt.

 

3: Hvønn týdning hevur ítróttur fyri teg og familjuna.

Ítróttur hevur altíð verið ein stórur partur av mær og mínari familju. Vit eru 6 systkin, so tað hevur altíð verið nokk hjá mammu og babba at fara til, av ítrótti 🙂

Fyri meg, hevur ítróttur ein sera stóran týdning og føli eg, at tað er ein partur av mær og tí, sum eg umboði. Haldi, eg altíð havi dámt, at pressa meg sjálva og eg síggi venjing og íðking, sum eina feiðring av, hvat kroppurin megnar, heldur enn ein ’straffur’, fyri tær kaloriurnar eg havi etið. Eg elski at venja og njóti væl av øllum tí góða, ið ítróttur gevur mær.

Nøkur av mínum bestu barnaminnum, eru í gjøgnum ítróttin og nakrar av bestu løtunum, eru enn innanfyri ítróttin, har eg eisini havi fingið sera nógv vinarløg.

 

4: Hvat heldur tú er týdningarmesta uppgávan/avbjóðingin hjá føroysku ítróttafeløgunum?

Eg haldi, at tann týdningarmiklasta uppgávan, er at leggja orku í børnini. Ítróttur gevur so nógv annað, enn bara venjing fyri kroppin: Ítróttur skapar vinarløg, ítróttur mennir ein bæði menniskjaliga og kropsliga – har man kappast, setur sær mál, pressar seg sjálvan og finnur eins grensur. Eisini krevur ítróttur, at man brúkar høvdið, konsentratión og koordinatión, og so er tað ein fríløta, har ein skal hava tað stuttligt og spæla. Eisini vita vit, at ítróttur hjálpir uppá tunglyndi og betrar um førleikarnar til at læra, og generelt, er sera sunt og gott fyri heilsuna, so what’s not to like! Ítróttarfeløgini skulu skapa venjingar fyri øll og so haldi eg, at foreldrini skulu loyva barninum, at fara til allar ítróttirnar tað hevur hug at ganga til og eggja tí at fara – eisini teir dagar, tá hugurin er lítil – tí bara tey eru við, so skal restin nokk koma 🙂