Í samband við ABC vikuna, sum verður alla komandi viku, hava fleiri ítróttafeløg valt at hava opið hús, og harvið geva sítt íkast til at betra um sálarheilsuna hjá okkum øllum
Møtið fjølment og merkið sjálvi hvussu stuttligt og gott tað er, at vera partur av einum sunnum og góðum felagsskapi
Meiri kunning um ABC vikuna, og øll tiltøkini hjá ítróttafeløgunum, síggjast í skránni, sum kann heintast á hesi leinkjuni
