Heimasíðan hjá ÍSF setir kendum fólki spurningar um ítrótt og rørslu.
 Hesa ferð er gesturin úrvalsítróttarstjórin hjá Danska Ítróttasambandinum og føroyavinurin Jesper Frigast Larsen, sum í nógv ár var ovasti leiðari fyri olympisku luttøkuni hjá Danmark. Jesper fekk silvurnál ÍSF í 2005

Hvat gert tú fyri at halda teg í form?

Slett ikki so nógv, sum eg átti at gjørt í mun til rættiliga stilla arbeiðið hjá mær á skrivstovuni. Men eg royni, tá tilber, at spæla fótbólt innandura eina ferð um vikuna vetrarhálvuna, at renna 5 km ella styrkivenja eina ferð um vikuna, at spæla golf, so nógv sum tilber, tá árstíðin er til tað, og at gera eitt sindur av morgunfimleiki einar tvær ferðir um vikuna.

Ert tú limur í ítróttarfelag?
Eg eri aktivur limur í Roskilde Golfklub, og so sleppa vit, sum starvast í umsitingini hjá danska ítróttasambandinum í Brøndby, at nýta venjingarmøguleikarnar til styrkivenjing og fótbólt í húsinum ókeypis.

Íðkaði tú ítrótt sum barn?
Altið, hvønn dag. Eg spældi fótbólt á seriustøði og golf á divisiónsstøði.

Hvønn týdning hevur ítróttur og rørsla fyri teg og samfelagið?
Eg skyldi ítróttinum alt. Gjøgnum ítrótt havi eg fingið bestu upplivingarnar í lívinum, bæði á og uttanfyri vallirnar.

Eg møtti konuni í ítróttinum, og eg havi starvast innan ítróttin fulla tíð seinastu 26 árini.

Viðvíkjandi samfelagsliga týdninginum av ítróttinum eri eg yvirhøvur ikki í iva um, at ítrótturin ger lívið betur fyri ótrúliga nógv fólk, likamliga, sálarliga og sosialt. Ein íløga í ítróttin er ein íløga í heilsuna hjá borgarunum, sum Katrin Olsen segði tað so væl í Ólavsøkurøðuni í fjør.