Tað hevur týdning at skapa góð minni

Nú um dagarnar hevði Ingi Samuelsen samrøðu við Jörgen Pettersson, formann í altjóða Oyggjaleikanevndini, tá hann var og vitjaði í Føroyum.

– Oyggjaleikirnir verða kallaðir “the friendly games” – vinarligu leikirnir. Eg síggi tað sum fremsta mál við leikunum at skapa minnir fyri íðkararnar. Tað er so ómetaliga týdningarmikið hjá ítróttarfóli at hava okkurt at minnast aftur á, og oyggjaleikirnir eru myrimindir á hesum øki.
Orðini eigur álendingurin Jörgen Petterson, sum er formaður í millumtjóða oyggjaleikafelagsskapinum IIGA. Í døgunum 21. til 23. januar var á vitjan í Føroyum.
– Vit hava ein stýrisfund í oyggjaleikafelagsskapinum í vár, og við tað at nógv bendir á, at tíðin nærkast tá Føroyar aftur gerast oyggjaleikavertir, ynskti eg at koma higar og síggja viðurskiftini, greiðir Jörgen Petterson frá.
– Mær var fortalt, at tit hava eina góða svimjihøll. Nú veit eg at tit hava eina. Eg visti eisini um, at tit hava fingið eina góða fimleikarhøll, men eg visti ikki, at hon var so fantastiska flott, sum hon veruliga er. Eg eri eisini bergtikin av tykkara fótbóltsvøllum og leikvøllinum til frælsan ítrótt.
– Eisini havi eg staðfest, at tit hava góðar skúlafasilitetir, sum saktans kunnu brúkast sum gistingarmøguleiki í sambandi við einar komandi oyggjaleikir í Føroyum.

Hentar íløgur
Spurdur um týdningin av at hava eina golfbreyt fyri at fáa vertsskapin fyri leikunum, er Jörgen Petterson meira varin við sínum svari.
– Eg kann ikki siga, at ein golfbreyt er ein treyt fyri vertskapi. Eg kann bara staðfesta, at síðan 1991 hevur golf verið við á øllum oyggjaleikunum. Tá tað er sagt, so eru íløgurnar í golfbreyt væl givnar út, tí í mun til so nógvar aðrar íløgur, sum verða gjørdar í ítróttaranlegg, so er ein golfbreyt tann íløgan, ið kastar pengar av sær í form av inntøkum frá ferðavinnuni.

Vildi geva okkurt aftur
Jörgen Petterson hevur verið formaður fyri IIGA-felagsskapinum síðan 2007. Sjálvur hevur hann verið aktivur í oyggjaleikahøpi sum flogbóltsleikari.
– Eg luttók í seks oyggjaleikum frá 1985 til 1995. Vit vunnu fýra gull og silvur einaferð. Tað var bara í Føroyum í 1989, at vit ikki vunnu nakað. Tá máttu vit lúta fyri Føroyum í hálvfinaluni og taptu síðan dystin um bronsuna, minnist Jörgen Petterson.
– Tá eg gavst sum íðkandi flogbóltsleikari valdi eg at geva mítt aftur til ítróttin, og tók av tilboðnum um at gerast limur í stýrinum fyri oyggjaleikafelagsskapin.
Jörgen Petterson hevur sitið í IIGA-stýrinum síðan 1997. Í 2005 gjørdist hann næstformaður og í 2007 formaður.
IIGA hevur ment seg til ein týðandi felagsskap við egnari skrivstovu og egnum aðalskrivara á Isle of Man.
– Fyri at fáa hetta arbeiðið til at virka, krevst ein professionell umsiting, og tað hevur eydnast okkum, heldur IIGA-formaðurin.

Styrkja felagsskapin
Málið hjá honum fyri komandi árini eru tvey. Sum er, verða oyggjaleikirnir stuðlaðir av bretska bankanum NatWest, sum er navnasponsor. Ikki tí, at Jörgen Petterson hevur nakað ímóti hesum stuðli, men annað av málinum hann hevur sett sær fyri, er at styrkja felagsskapin, so at hann ikki gerst alt ov bundin av sponsorstuðlinum.
– Tað má ikki vera so, at leikirnir detta niður fyri, um høvuðssponsorurin sigur upp avtaluna, og tað ikki eydnast okkum at finna ein nýggjan beinan vegin. Tí hava vit avgjørt at seta luttøkugjaldið eitt sindur upp. Sum nú er, rinda íðkararnir 20 pund fyri at luttaka. Tað er ikki nógv.
Hitt málið er at fáa eina breiðari semju um, hvussu vertsskapirnir skulu leggjast komandi árini.
– Sum nú er, vita vit hvar leikirnir verða eini seks ár fram í tíðina. Mítt ynski er, at hetta er upp á pláss minst 10 ár fram í tíðina. Eg ynski at fáa eina semju um vertskapirnar ella eina fasta umferð, tí eg vil fegin sleppa burtur frá atkvøðugreiðslunum um hvør skal fáa vertskapin.
– Tað at oyggjarnar skulu yvirbjóða og undirbjóða hvør aðra fyri at fáa vertskapin er í andsøgn við andan í felagsskapinum, heldur Jörgen Petterson.

Føroysk vælvild
Undir vitjanini í Føroyum hevur Jörgen Petterson umframt at vitja ítróttarvøllir og –hallir, eisini vitja týðandi persónar innan politiska heimin og fyrisitingina.
– Eg havi verið á fundi við løgmann og ítróttar- og mentamálaráðharran og teirra fólk. Eisini havi eg verið á fundi við Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavn og hansara fyrisiting.
– Tað, sum eg fegnist um er, at eg frá politiskari síðu møti eini vælvild og eitt ynski um at skipa fyri oyggjaleikunum í Føroyum aftur. Tað fløvar.

Isle of Wight
Jörgen Petterson er spentur upp á teir 14. oyggjaleikirnar, sum verða hildnir á Isle of Wight í døgunum 25. juni til 1. juli í ár.
– Nógv bendir á, at talan verður um teir størstu leikirnar nakrantíð, hvat talið av luttakarum viðvíkur.
– Vit rokna eisini við, at fáa rættiliga stórt uppmerksemi. Hóast okkara leikir eru smáting í mun til olympisku leikirnar, ið verða í London í 2012, so verða NatWest Islands Games á Isle of Wight teir størstu leikirnir av hesum slag, sum verða hildnir í Bretlandi í 2011. Bara orsaka av tí, rokna vit við at fáa uppmerksemi í bretsku fjølmiðlunum.
¬- Eisini eru tað fleiri officials á leikunum á Wight, sum eru ábyrgdar av einstøkum kappingum undir olympisku leikunum. So oyggjaleikirnir vera eitt slag av aðalroynd fyri tey. Tað er ein heiður fyri okkum, kann eg loyva mær at siga.
Fyri Jörgen Petterson er tað tó at størsta týdningi, at tey nógvu hundrað ítróttafólkini og ítróttaleiðararnir fáa eitt gott upplivilsi og góð minni at hava við sær heim.
– Vit eru so heppin, at oyggjaleikirnir ongantíð hava uppliva skandalur og ongantíð doping. Vónandi fer tað heldur ikki at henda í ár, og vónandi koma oyggjaleikirnir framhaldandi at verða víðagitnir sum “the friendly games”, sigur Jörgen Petterson.