CM_Meeting avec le 1er Ministre des Iles Féroé

Løgmaður og forsetin í Altjóða Olympisku Nevndini hava gjørt av at seta ein arbeiðsbólkat útgreina tilgongdina í samband við føroysku umsóknina um limaskap frá 1984. Tað er ein av niðurstøðunum á fundinum millum løgmann og Thomas Bach, forseta í Altjóða Olympisku Nevndini. Fundurin varð hildin á høvuðsskrivstovuni í Lausanne í Sveis.

-Fundurin var góður og gevandi. Eg gjørdi forsetanum í Altjóða Olympisku Nevndini greitt, at talan er um eitt rættiliga týdningarmikið mál fyri føroysku tjóðina. Millum annað vísti eg á, at Føroyar hava verið ein sjálvstøðug ítróttartjóð síðan 1939 og hava limaskap í nógvum altjóða ítróttarsambondum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og verji hjá føroysku ítróttini.

Á fundinum varð eisini avrátt at menna samstarvið millum føroyska ítrótt og Altjóða Olympisku Nevndina. Hetta verður gjørt í samstarvi við donsku olympisku nevndina. Eisini er Thomas Bach bjóðaður til Føroya fyri at fáa enn størri innlit í føroyska ítrótt. Á fundinum í Lausanne vóru eisini umboð fyri ÍSF og formaðurin í donsku olympisku nevndini.

-Eg fegnist um, at tað eftir 30 ár loksins eydnaðist at fáa fund á hægsta stigi við forsetan í Altjóða Olympisku Nevndini. Ein felags fatan av tilgongdini við føroysku umsóknini hevur avgerandi týdning fyri bæði ÍSF og Altjóða Olympisku Nevndina. Samstundis eru dyr gloppaðar fyri øktum samstarvi við nevndina, sigur Petur Elias Petersen, forseti í Ítróttarsambandi Føroya.

CM_Meeting avec le 1er Ministre des Iles Féroé

CM_Meeting avec le 1er Ministre des Iles Féroé