Móttøka fyri U20 landsliðinum í hondbólti

Røða sum Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF helt fyri U20 landsliðinum í hondbólti á móttøkuni sum Tórshavnar kommuna skipaði fyri.

Hjartaliga tillukku allir samlir, tit rundanum liðið og øll tit í HSF.

Tað er ein sannroynd. Føroyska U-20 mansliðið í hondbólti eigur 10. plássið í Evropa. Avrikini frá tykkum seinastu góðu vikuna hava rúnarbundið føroyingar, og tikið umheimin á bóli. ÍSF fagnar tykkum, og vit gleða okkum til at síggja Merkið í endaspælinum um heimsmeistaraheitið í 2023.

Fyri fáum árum síðani hevði tað verið mjørkatos. At Føroyar kunnu gera seg galdandi í liðítrótti í EM. Enn bláoygdari hevði tað verið at tosað um Føroyar til eitt HM-endaspæl. Men bæði eru nú veruleiki.

Við teknikki, taktikki og einum vilja, sum hevði kunnað smeltað stál, hava tit gjørt tað. Prógvað, at tað ber til. Vit eru øll so ómetaliga errin av tykkum.

Seinni í summar standa fyrst HM fyri U18 gentur og síðani EM fyri U18 dreingir fyri framman. Tit hava birt eina vón um, at tað kann lata seg gera. Tað, sum fyrr var óhugsandi, er nú brádliga als ikki ógjørligt.

Men tað krevur hart arbeiði. Tað krevur, at tit halga tykkum til venjing og rætta lívsførslu. Og tað krevur ein logandi eldhuga – frá hesi løtu og inntil seinasta HM-bríkslið ljóðar. Vit stúra tó ikki fyri tykkara vilja og innsatsi. Tit hava prógvað, at tit hava tað, sum skal til – og at tit vilja offra tað, sum er neyðugt.

Men umframt alt hetta, krevst eisini annað. Nakað, sum tit tíverri ikki sjálvir hava ávirkan á. Nevniliga karmar og fígging. Tí altjóða luttøka kostar. At vera við, har tað veruliga munar; har tað veruliga er stuttligt, kostar. Og tað kostar nógv.

Í nýggju fýra ára ætlanini hjá ÍSF, sum bleiv viðtikin á aðalfundinum hjá ÍSF fyrr í ár, er eitt av ítøkiligu málunum, at játtanin til føroyskan ítrótt yvir komandi 4 árini eigur at hækka við 15 mió. krónum.

Vit vita, at føroysk ítróttafólk kunnu náa tindunum, um tey fáa stuðul og karmar. Fleiri ítróttafólk hava higartil prógvað, at tey hava tað, sum krevst. At tey vilja gera tað, sum krevst. Men mangan haltar føroyski stuðulin, tá ið á stendur.

Eg vil tí í dag nýta høvi til at heita á politsku skipanina um at standa saman og játta ítróttinum nøktandi fíggjarkarmar, soleiðis at vit í framtíðini fáa bjóða tykkum og øðrum ítróttafólkum nøktandi karmar og fígging.

Tit hava enn einaferð bergtikið allar Føroyar við tykkara framúr avrikið og eru vit øll somul sera errin og hugtikin av tykkara avrikum.

Hjartaliga, hjartaliga til lukku dreingir!

Hetta var eitt fullkomiliga framúrskarandi avrik!