Øll ítróttafólk eiga at fylgja almennu korona-tilmælunum
Korona herjar okkara land, tí er alneyðugt, at føroyski ítróttaheimurin heilt og fult fylgir korona-tilmælunum frá heilsumyndugleikunum
– Tað skal eingin ivi vera um, at ítróttaheimurin aftur hesaferð vil vera við til at berja niður korona-smittuna, tí eiga øll ítróttafólk at fylgja almennu korona-tilmælunum út í æsir, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í Ítróttasambandi Føroya.
ÍSF-forsetin heitir á øll sambondini innan ítróttin, ítróttafeløg og ítróttafólk kring landið um at taka tilmælini frá myndugleikunum í allar størsta álvara.
– Korona er ein stór hóttan ímóti okkara samfelag, og nú skal sterka felagskenslan, sum vit høvdu í vár, finnast fram aftur, so vit skjótast gjørligt fáa beint korona so væl av vegnum, sum til ber, leggur Elin Heðinsdóttir Joensen dent á.
Forsetin í ÍSF minnir á, at hvør einstakur kann gera sítt fyri at minka smittuvandan við at sýna samfelagssinni og rættan atburð.