Oyggjaleikir vera ikki í Føroyum í 2015
Sum óivað kunnugt, hevur verið arbeitt við at kanna møguleikarnar fyri at skipa fyri Oyggjaleikunum aftur í Føroyum í 2015. Kanningar hava verið gjørdar av ymiskum viðurskiftum m.a. gisting og verandi ítróttaranleggum.
Stjórnin í Ítróttasambandi Føroya, sum er hægsti myndugleiki ímillum aðalfundirnar, hevur á fundi 26. februar viðgjørt málið.
Og við støði í:
  • verandi ítróttaanleggum
  • verandi gistingarmøguleikum (um 700 hotellsengur eru í Føroyum, luttakaratalið á Álandi í summar er 3.200)
  • fíggjarligu støðuni í samfelagnum
  • kostnaði hjá hinum londunum at koma higar (eftir at leikirnir í 2013 hava verið á Bermuda, sum man metir verða sera kostnaðarmiklir leikir)
  • og ikki minst, hvørjar aðrar oyggjar bjóða seg fram at vera vertir fyri Oyggjaleikunum í 2015, harav ein kanaloyggj (Jersey) og ein onnur norðurlendsk (Gotland)

er niðurstøðan, at Føroyar ikki fara at bjóða seg fram at vera vertir í 2015.

Niðurstøðan er eisini grundað á, at stórt og umfatandi og ikki minst kostnaðarmikið tilfar skal framleiðast innan 1. september í ár, tá freistin at bjóða seg fram til 2015 fer. Og tann pening meta vit ikki, vit eiga at nýta, tá mett verður, at vit ikki hava góðar møguleikar at fáa leikirnar í 2015.
Oyggjaleikir aftur einaferð seinni ?
Ítróttasamband Føroya fer komandi tvey árini at arbeiða við málinum, at skipa fyri leikunum einaferð seinni.