Í hesum døgum eru Olympisku summarleikirnir í Rio de Janeiro í Brasilia.

Hóast Ítróttasamband Føroya enn ikki hevur fingið limaskap í altjóða olympiska felagskapinum IOC, so er føroysk ítrótt umboðað í Rio. Fremsti svimjari okkara, Pál Vitalis Joensen, luttekur á øðrum sinni í danska OL-hópinum og skal fríggjadagin royna seg á 1.500 metra teininum.

Tá umstøðurnar hava lagað tað soleiðis, at tað ikki ber til hjá Páli at luttaka undir føroyska Merkinum, er at frøast um, at hann hóast hetta umboðar føroysku ítróttatjóðina á siðiligan og virðiligan hátt og ikki dylur fyri, at hann fyrst og fremst er føroyingur.

Pál hevur verið sera gott umboð fyri føroyska ítrótt. Í EM og HM-kappingum hevur hann víst, at hann er millum fremstu svimjarar í heiminum, og at tað ber til við áræði, vilja og miðvísari venjing at røkka langt, hóast ein kemur frá fámentari tjóð.

Ítróttasamband Føroya ynskir Páli alt tað besta í Rio í vónini um, at úrslitið verður gott.

Men hvat nummar í røðini Pál enn verður, so er eingin ivi um, at hann er og altíð hevur verið góð fyrimynd fyri okkum øll – ung sum eldri. Ein fyrimynd, ið hevur prógvað, at ert tú til reiðar at geva alt tað, tú kanst fyri ítrótt tína, so fært tú eisini góð úrslit.

Við ítróttakvøðu

Elin Heðinsdóttir Joensen
forseti