Poulina Gardar vann rørsluavbjóðingina í juni

 Poulina Gardar vann juni-avbjóðingina í átakinum, Rørsla í Føroyum, sum ÍSF og Fólkaheilsuráðið skipa fyri í summar. Vinningurin var gávubræv á 5.000 krónur til ferðaupplivingar í Føroyum

Poulina Gardar er ein virkin kvinna, sum fleiri ferðir um vikuna gongur túrar í føroysku náttúruni bæði saman við familjuni og vinkonunum. Hennara ídni at røra seg hevði við sær, at hon vann juni-avbjóðingina í átakinum, Rørsla í Føroyum, sum ÍSF og Fólkaheilsuráðið hava sett á skrá í summar saman við Sona og Poul Sundskarð.

Avbjóðingin í juni var at ganga fimm bygdagøtur, og drigið var millum øll tey, ið høvdu gingið gøturnar, og sum høvdu skrásett seg við Sona-appini. Túrarnir, sum eru partur av Rørsla í Føroyum, síggjast á heimasíðuni hjá Poul Sundskarð, http://pol.fo.

Á lítlari samkomu í ÍSF-húsinum í gjár handaði Andras Nolsøe, ítróttaráðgevi, Poulinu Gardar gávubræv á 5.000 krónur til ferðaupplivingar í Føroyum. Fyri nøkrum árum síðani var Poulina Gardar eisini millum fyrstu føroyingar at ganga allar teir 340 fjallatopparnar í Føroyum, og tá fekk hon heiðursbræv fyri hetta avrikið.

Vildi liva sunnari

– Eg tók fyri nøkrum árum síðani avgerð um at røra meg meira og hava ein sunnari gerandisdag. Ein orsøk var, at eg sá nógv rundan um meg í familjuni, sum stríddust við lívsháttarsjúkur, og hesum vildi eg royna at sleppa undan, greiðir Poulina Gardar frá.

Hon leggur aftrat, at hetta ikki var ein trupul avgerð, tí áhugan at ganga í náttúruni hevur hon havt frá barnsbeini, tá hon gekk nógv í haganum saman við pápa mínum.

– Eg haldi, at Rørsla í Føroyum er eitt framúr gott átak, sum fær meg og onnur, ið ikki júst íðka ítrótt í einum ítróttafelag, at røra seg, sigur Poulina Gardar.

Vinnarin av juni-avbjóðingini í Rørsla í Føroyum er eisini virkin uttanlands. Poulina Gardar hevur m.a. gingið kendu pílagrímsrutuna Caminoen í Spania, og í Noreg hevur hon verið til gongu millum Oslo og Trondheim.

Juli-avbjóðingin og høvuðsvinningurin

Juli-avbjóðingin í átakinum, Rørsla í Føroyum, er at ganga fimm fjallatoppar. Vinningurin er eisini eitt gávubræv á 5.000 krónur til ferðaupplivingar í Føroyum, sum verður drigið 1. august. Øll, sum luttaka, eru við í lutakastinum.

Høvuðsvinningurin er eitt vikuskifti í Mykinesi fyri fimm fólk, sum verða flogin við tyrlu til Mykinesar fríggjadagin 7. august. Tey hepnu fáa innivist og góðan mat í hugnaligu Lonini Guesthouse, har Oda W. Andreasen frá GoLocal skipar fyri ferðaupplivingum í Mykinesi. Túrurin endar sunnudagin 9. august, tá tyrlan flýgur luttakararnar heimaftur. Á heimferðini verður flogið kring Føroyar á øllum rutunetinum hjá tyrluni, meðan borðreitt verður við ábiti og onkrum fyri tostan umborð.Øll tey, sum hava megnað bæði juni- og juli-avbjóðingarnar ella bara aðra av hesum avbjóðingum, eru við í lutakastinum.

Á myndini handar Andras Noløe, ìtróttarágevið vinningin til Poulinu Gardar