Hvat er tað sum ger, at vit íðka ítrótt í felagskapi við onnur.?

Er tað gleðin at gera nakað saman.?

Hvat er tað sum ger, at vit velja at íðka uttanfyri felagskapin.?

Er tað tí, at tá venja vit, tá vit sjálvi vilja.?

Er ítrótturin fyri øll.?

Tað siga vit, men er tað so.?

Er skipaði ítrótturin flexibul nokk.?

Ella er skipaði ítrótturin ov stirvin.?

Elita og breidd, er hetta tvær síðir av somu søk..?

Ella er hetta samansett relatión.

Duga vit í ítrótti at møta okkara limum og potentialum,  har tey eru.?

Lurta vit eftir, hvat tey siga, og hoyra vit, hvat tey vilja.?

Duga vit í ítrótti nóg væl, at fáa leiðarar, venjarar og nevndarlimir til feløgini?

Ella síggja vit bara okkum sjálvi.?

Er skipaði ítrótturin opin fyri broyting og samstarvi,?

Ella eru vit ein avmarkaður felagsskapur.?

Er tað sjálvbodna arbeiði í menning.?

Ella ?

Hesir og nógvir aðrir spurningar vórðu settir á áhugaverdari ráðstevnu við yvirskriftini “Foreningsliv,” ið Danmarks Idræts-forbund skipaði fyri í døgunum 3. – 5. februar 2011.

Yvir 500 luttakarar, úr ítróttarumhvørvinum, frá  kommunum, frá granskingarumhvørvinum, frá heilsuumhvørvinum og úr Fólkatinginum vóru møttir til hesa áhugaverdu ráðstevnu.

Einki at ivast í, at karmarnir vóru góðir,  fyrireikingin var gjøgnumførd, og hetta merkti dagarnar.

Kanningarúrslit vórðu framløgd, og síðani varð arbeitt við viðkomandi spurningum í bólkum.

Spurningar viðvíkjandi sjálvbodnum arbeiði í felagskapi.

Fleiri áhugaverdir og sera viðkomandi fyrilestrar vóru á skránni, umframt eisini skemtiligar framløgur og eitt panel, mannað við ymiskum fólkum bæðið innan ítrótt, frá kommunum o.ø viðkomandi.

Vitjað var í ítróttarfelagshúsinum í  Ishøj, har m.a kendi sjónleikarin Peter Mygind, sum eisini hevur royndir sum sjálvboðin, tók væl ímóti okkum saman við øðrum. Har sluppu vit eisini at royna okkum í Kids-Volley og Karate.  Eisini varð varpað ljós á facebook sum miðil innan ítrótt.

Einki er at ivast í, at ítrótturin er ein sterkur sjálvboðin felagsskapur, ið hevur stórt virði fyri land og fólk og eigur at hava góðar umstøður at virka undir – soleiðis ljóðaði samanumtikið frá øllum teimum, ið varða av.

Úr Føroyum luttók Albert Ellefsen, borgarstjóri, Vága Kommuna og Katrin Joensen, nevndarlimur, Ítróttasamband Føroya.

Hevur tú hug at vita meir ítøkiligt um, hvat varð lagt fram og viðgjørt, so finnast upplýsingar um ráðstevnuna og framløgurnar her:

http://www.foreningsliv.dif.dk/Praesentationer_fra_kongressen.aspx

Hoyvík 20.02.2011

Katrin Joensen, nevndarlimur í ÍSF