Í hesum døgum eru Paralympisku Leikirnir í London.
Føroyar luttaka sum sjálvstøðug tjóð í hesum leikum, og eru umboðarar av 22-ára gamla svimjaranum Ragnvaldi Jensen av Sandi, sum skal svimja 100 m bringu tann 6. september.
Vit ynskja Ragnvaldi alt tað besta í kapping síni.
Í gjár kvøldið var stórfingna setanin m.a. við luttøku av bretska kongshúsinum. Merkið varð borið inn og veittraði saman við teimum hjá hinum limatjóðunum.