Góðu SÍ-arar, góðu sørvingar, góðu veitslugestir! Fyrst skal eg vegna Ítróttasamband Føroya ynskja Sørvágs Ítróttarfelag, SÍ, hjartaliga tillukku við teimum 100 árunum. Eisini vil eg takka fyri, at umboð fyri ÍSF eru boðin við í hesa stórfingnu veitslu tykkara. Tað er við einari stórari virðing fyri fortíðini og teimum, ið undan fóru, at vit í kvøld kunnu hátíðarhalda henda stóra dag hjá felag tykkara. At hugsa sær, at SÍ hevur 100 ár á baki, kann ikki annað enn skapa virðing. Stóra virðing! Ein heil øld er farin, síðani framsíggin fólk gingu her í bygdini og løgdu lunnar undir nakað, tey neyvan hava grunað, fór at gerast so stórt, sterkt og seiglívað sum Sørvágs Ítróttarfelag hevur víst seg at verið tað. Fáur mundi tá bara so mikið sum hugsa tankan, at hetta felag skuldi liva sítt góða lív heili 100 ár seinni. Tí tað ger Sørvágs Ítróttarfelag so sanniliga tann dag í dag, og tað eru tit øll sjónlig prógv um. Ikki minst kunnu tit errin bretta tykkum á og fegnast um einki minni enn greipuna hjá flogbóltsmonnunum, sum í vetur hava víst øllum hinum so ruddiliga, at Sørvágur nú skuldi vera gullbygdin fram um allar. Kvinnurnar hava eisini skapt sær virðing og vunnið í flogbólskappingini. Tað er flott! Betri føðingardagsgávu kann eitt felag heldur ikki geva sær sjálvum, tí tá ítróttarligt viðrák er í einum slíkum ári, fellur alt so nógv lættari. Tillukku til flogbóltin hjá SÍ við bæði føroyameistaraheitinum og sigrinum í steypakappingini! Gjøgnum skiftandi tíðir og ymsar umstøður hevur ítróttarfelagið í bygdini verið ein savnandi depil. Sigrar og góð úrslit hava givið bæði teimum íðkandi og teimum, sum hinumegin síðulinjuna eggja og stuðla, áræði til at dríva á ár eftir ár. Umframt at savna bygdina og fólkið, hevur Sørvágs Ítróttarfelag eisini gjørt plássið sjónskt á Føroyakortinum og ikki minst í oynni. Sum einasta felag í Vágum hevur Sørvágs Ítróttarfelag í fótbólti megnað at vunnið føroyameistaraheiti í bestu deildini. Hetta var í 1947, og stuttligt var eisini at hoyra tveir av teimum, sum vóru við, greiða frá í útvarpinum henda dagin. Og ikki minni verður virðingin fyri farnum tíðum og teimum gomlu slóðarunum, tá vit hava í huga, hvussu alt er broytt upp gjøgnum hesi mongu árini. Eitt er tó tað sama, og tað er alt tað ovurhonds stóra sjálvbodna arbeiði, ið hvønn einasta dag verður lagt í at geva børnunum, ungdóminum og teimum vaksnu bestu karmar at íðka ítrótt her á staðnum. Hetta er eitt risastórt arbeiði! Nógvar hendur skulu til at lyfta, og tað er ikki smávegis, ið verður avrikað av øllum hesum mongu, ið bert arbeiða fyri tøkkina. Tey eru lívæðrin og mergurin í Sørvágs Ítróttarfelag, eins væl og í øllum øðrum feløgum kring landið. Má eisini nevna, at sørvingar vóru millum teir fremstu, tá tøk skuldu takast í 1939 og Ítróttasamband Føroyar setast á stovn. Slíkt fortelur okkum um menn og kvinnur, ið dugdu at hugsa út um bøgarðarnar og dugdu at síggja alt í einum størri høpi. Stóra tøkk skal Sørvágs Ítróttarfelag hava fyri tað! Nú eru so tey fyrstu 100 árini í søgu felagsins farin, og tit eiga rík og góð minni at hyggja afturá – ikki minst í snotiliga bókaverkinum, SÍ hevur givið út í sambandi við dagin. Henda frálíka og væl úr hondum greidda bók er ein varði, ið lærir okkum, at tað hevur nógv at siga, at vit kenna fortíðina, um vit av álvara skulu gera okkum galdandi í framtíðini. Eg ivist onga løtu í, at framtíðina eiga tit bjarta í Sørvági. Flogbóltsgreipan hjá tykkum í ár fer uttan iva at geva íblástur og áræði til at halda fram, og at smakka gullið so dyggiliga, sum tit nú hava gjørt tað, fer at merkjast aftur í framtíðini, innan allar ítróttargreinir her á staðnum. Við hesum vil eg vegna Ítróttasamband Føroya takka tykkum í Sørvágs Ítróttarfelag fyri alt tað, tit hava gjørt fyri føroyskan ítrótt hesi fyrstu 100 árini hjá felagnum, og ynskja tykkum alt tað besta í framtíðini.
Øld er farin
Avbjóðingar bíða, Hjartaliga tillukku ynskir Ítróttasamband Føroyar Heðin Mortensen |