Mánakvøldið 3 nov. 2014 skipar ÍSF fyri skeið fyri kassameistarum í ítróttafeløgunum í Suðuroy
Skeiði verður í Tvøroyrar skúla kl. 19.00-22.00
Hetta er sama skeið sum eftir ætlan skuldi verið í apríl, men sum tá bleiv útsett.
Evni
1. Bókhald og mannagongdir
2. Skattlig viðurskifti
3. Stuðulsskipanir og MVG
Málbólkur
Kassameistarar og evt. nevndarlimir í ítróttafeløgum
Hvat fært tú burturúr?
-Uppgávur og ábyrgdin hjá einum kassameistara
-Vitan um bókhald, skatt, stuðulsskipanir og MVG
Tilfar
Tilfar at lesa áðrenn skeiði kann heintast her.
Tilmelding
Tilmelding fer fram við at trýsta á her
Kostnaður 200 kr.