– Ítróttur fyri børn og ung.

Fyrra skeiðið verður 2. og 3 sept. 2011 í ÍSF-húsinum í Havn
Seinna skeiðið 9. og 10. sept 2011 í ÍSF-húsinum í Havn.

Byrjað verður fríggjakvøldið kl. 18.00 til 22.00 og leygardagin er tað frá kl. 09.00 til 17.00.
Evni:
– Ítróttanámsfrøði
– Ítróttaumhvørvi
– Menning hjá børnum
– Venjing
– Trygd og ábyrgd
– Etikkur og moralur

Skeiðið skiftir ímillum at vera teoretiskt og praktiskt. Leygardagin verður praktisk venjing, so tá er gott við ítróttaklæðum.
Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100%. Eftir lokið skeið verður luttøkubræv útflýggjað.
Skeiðið er ein partur av venjaraútbúgvingini hjá DIF, Danska Ítróttasambandinum. Møguleiki er sostatt at byggja víðari upp á skeiðið.
Málbólkur: Venjarar, hjálparfólk og leiðarar hjá børnum og ungum. Øll sum hava áhuga í og ábyrgd av børnum og ungum, sum luttaka í ítrótti.

Hvat fært tú burturúr:
– Vitan um menningina hjá børnum, fysiskt, psykiskt og samfelagsligt
– Tú lærir nakað um námsfrøði,venjarar av ymsum slag, at seta sær mál, um týdningin av góðum ítróttaumhvørvi.
– Ítøkilig hugskot til spøl og venjing hjá børnum og ungum

Upptøkutreytir: Luttakari skal vera 15 ár ella eldri. Tó kunnu vit gera frávik frá regluni um upptøku, um serstøk viðurskifti tala fyri hesum.
Luttøkugjald: Kostnaðurin fyri skeiðið er 250 kr at gjalda á konto 9181 151.233.3.
Íroknað er frálærutilfar og matur. Eisini er møguligt at fáa innivist, so má verða sagt frá.

Tilmelding
Tilmelding er neyðug og seinasta freist at melda til fyrra skeiðið er mikudagin 24. august 2011 og seinna skeiðið mikudagin 31. august 2011 á jfh@isf.fo ella á tlf. 312606 ella 280706. Meiri fæst at vita frá ÍSF skrivstovuni tlf.: 312606 ella frá Jarvin á telduposti jfh@isf.fo ella á tlf.: 280706.