Skeiðið verður 23 og 24 september 2011 í ÍSF-húsinum í Havn. Fríggjakvøldið 23/09 kl. 18.00 til 22.00 og leygardagin 24/09 kl. 09.00 til 17.00

Innihald
Hví venja? Og hvussu? Upphiting, anatomi og fysiologi, venjingarprinsippir, undirvísingarprinsippir, ítróttarskaðar, trygd og ábyrgd.
Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100%. Eftir lokið skeið fært tú eitt luttøkubræv.
Skeiðið er ein partur av venjaraútbúgvingini hjá DIF, Danska Ítróttasambandinum. Møguleiki er sostatt at taka framhaldsskeið. Skeiðini eru í samsvar við ENSSEE, The European Network of Sports Science, Education and Employment.
Undirvísari er Ulrik Balle.

Málbólkur
Venjarar, hjálparfólk, leiðarar og ítróttarfólk.

Hvat fært tú burturúr
Á skeiðnum fært tú vitan , hvussu kroppurin virkar, og hvat ein má taka hædd fyri í samband við venjing. Tú fært grundleggjandi vitan um venjing og fysiologi. Eisini fært tú vitan um, hvussu ein stórur partur av ítróttarskaðum kunnu fyribyrgjast og um týdningin av rættari uppvenjing, um skaðin er hendur.
Luttakararnir læra eisini at gera eina rætta RICE-viðgerð.

Luttøkukrav:
Krav er at luttarkarirnir hava luttikið á skeiðnum “Ítróttur fyri børn og ung”

Luttøkugjald
Kostnaðurin fyri skeiðið er 400 kr. Íroknað er frálærutilfar, matur og møgulig gisting í FSF-húsinum. Um tit ynskja at gista, mugu tit siga frá, tá tit melda tykkum til skeiðið..

Tilmelding
Tilmelding er neyðug. Send ein teldupost til jfh@isf.fo ella á tlf. 312606 ella 280706.
Meiri fæst at vita frá ÍSF skrivstovuni tlf.: 312606 ella frá Jarvin á telduposti jfh@isf.fo ella á tlf.: 280706.