Í 2016 skipaði ÍSF fyri skeiðum fyri kassameistarum og nevndarlimum. Skipað varð fyri 5 skeiðum kring landið, og vóru hesi sera væl umtókt. Ítróttasamband Føroya fer í 2018 at taka tráðin uppaftur. Undirvísarar: Finn Jensen og Jarvin F Hansen.

Skeiðini verða hesar dagar:

8. november kl 20.00-22.30 í skúlanum í Trongisvági
15. november kl 20.00-22.30 í skúlanum við Løkin
22. november kl 19.00-21.30 í ÍSF-húsinum í Havn

Evni:

1. Bókhald og mannagongdir
2. Skattlig viðurskifti
3. Stuðulsskipanir og MVG
4. Nevndararbeiði, viðtøkur o.a.

Málbólkur:

Nevndarlimir í ítróttarfeløgum.

Hvat fært tú burturúr:

– Uppgávur og ábyrgdin hjá einum kassameistara
– Vitan um bókhald, skatt, stuðulsskipanir og MVG
– Tín leiklut sum nevndarlimur í einum ítróttarfelag.

Tilmelding:

Tilmelding ferð fram við at fylla út her: her seinast ein dag áðrenn skeiðið.

Kostnaður:

200 kr., sum skal flytast á konto: 9181 151.233.3 – viðmerk «kassameistari, (felag)