Stuðulin til ítróttin minkar 11 prosent í 2021

Um landsstýrið ikki hækkar játtanina til ítróttin minst 1,5 milliónir krónur næsta ár, so lækkar stuðulin til sambondini undir ÍSF 11 prosent. ÍSF hevur greitt landsstýrinum frá støðuni, men hevur enn einki frætt aftur

 

Á aðalfundinum hjá ÍSF 30. mai í ár gjørdi ÍSF-forsetin greitt, at stuðulin til sambondini minkar 11 prosent, um játtanina til ítróttin ikki økist minst 1,5 milliónir krónur í 2021. Orsøkin er, at eingin stórur vinningur í Danske Spil er vunnin í Føroyum seinasta árið, og tí minkar inntøkan frá Sp/f Ítróttavedding.

Harumframt hevur korona-kreppan havt við sær, at færri hava spælt við í Danske Spil seinasta hálva árið, og tað kann bera við sær, at stuðulin til føroyskan ítrótt, sum kemur frá Danske Spil ígjøgnum Sp/f Ítróttavedding, minkar uppaftur meira.

– Vit hava greitt landsstýrinum frá trupulleikanum, men higartil hava vit einki frætt aftur. Sostatt er støðan í løtuni, at stuðulin til sambondini lækkar 11 prosent, um landsstýrið ikki hækkar játtanina minst 1,5 milliónir krónur, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti.

Ein uppgerð hjá sambondunum vísir harumframt, at árliga fíggjarætlanin hjá ítróttinum skal økjast úr 10 milliónum krónum upp í 25 milliónir krónur innan 2023, um tað skal eydnast at menna ítróttin bæði innanlands og uttanlands.

– Føroyskum ítrótti tørvar ítøkiliga politiska undirtøku, sum sæst aftur í krónum og oyrum, so føroyskir íðkarar hava ein veruligan møguleika at røkka altjóða málum, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti.

Innantóm orð á Ítróttatinginum

ÍSF hevur seinnu árini støðugt roynt at mint politiska myndugleikan á fíggjarliga veruleikan hjá ítróttinum, sum eisini var viðgjørdur á Ítróttatinginum 29. august í fjør – tveir dagar fyri løgtingsvalið. Tá søgdu flokkarnir seg vilja hækka játtanina til ÍSF munandi komandi árini – tó við ymiskum treytum. Samanumtikið vóru valevnini fyri flokkarnar samd um, at játtanin til ÍSF verður økt fimm milliónir krónur árliga komandi árini, soleiðis at samlaða játtanin skuldi fara úr 10 milliónum krónum í 2019 upp í 25 milliónir krónur í 2023.

Á Ítróttatinginum fegnaðist ÍSF um, at tað tykist vera breið semja millum flokkarnar, og ÍSF-umboðini loyvdu sær at vænta, at komandi samgongan fór at taka hetta við í samgonguskjalið. Men tá ið av tornaði, stóð einki ítøkiligt í samgonguskjalinum um, hvussu bøtast kann um hesa trongu fíggjarstøðu hjá føroyskum ítrótti.

– Bæði ítrótturin innlendis í Føroyum og altjóða luttøkan kosta pengar, men vit ivast stórliga í, um okkara landspolitikarar yvirhøvur hava fatað støðuna hjá okkara ítrótti, ítróttafeløgum, ítróttafólkum og teimum mongu sjálvbodnu í føroyska ítróttaheiminum, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.

Hon vísir á, at játtanin til ÍSF hevur ikki fylgt teimum góðu úrslitunum, sum føroysk ítróttafólk higartil hava avrikað uttanlands, og tí standa sersambond í tí støðu, at tey ikki hava ráð at senda ítróttafólk út í heim at kappast sum føroyingar undir føroyskum flaggi ímóti teimum bestu.

Berandi samfelagsvirði

– Tá korona rakti alt samfelagið, stóð brádliga sólarklárt fyri okkum, hvussu stóran týdning ítróttur í roynd og veru hevur fyri trivnaðin og fólkaheilsuna – ikki minst hjá børnum og ungum, staðfestir Elin Heðinsdóttir Joensen.

Hon vísir í hesum sambandi á, at korona-stuðulin frá landsstýrinum kom í tøkum tíma, tí ítróttafeløgini kring landið hava mist nógvar inntøkur í vár og í summar orsakað av avlýstum ítróttatiltøkum. Ítróttafeløgini kundu við hesum hóra víðari.

ÍSF-forsetin leggur dent á, at ítrótturin er eitt grundleggjandi frælsi og eitt týðandi samfelagsvirði, sum er grundvøllurin undir leiki, kapping, samveru og vinaløgum.

– Hetta virðismikla samfelagsvirðið eigur ikki at vera kroyst so nógv fíggjarliga, at talan verður um eitt beinleiðis hóttafall. Føroyska samfelagið hevur milt sagt ikki ráð at niðurlaga ítróttin, tí tað skerjir okkara fólkaheilsu og okkara fólksliga grundvøll, staðfestir Elin Heðinsdóttir Joensen.