Nú vetrarítrótturin fer á rull, vilja vit eggja tykkum at taka væl ímóti íðkarunum og áhaldandi at arbeiða við at skapa tann góða felagskapin. Vit eru øll við til at tryggja góðu móttøkuna – íðkarar, venjarar, hjálparfólk, foreldur og nevndarlimir.

 ÍSF hevur latið gjørt tilfar til ítróttafeløg av brúka.

Plakat kann takast niður her ella heintast á skrivstovuni hjá ÍSF á Frælsinum 30.

Faldari um at taka væl ímóti sæst her.

SoMe: Myndir til sosialar miðlar eru niðanfyri, sum kunnu takast niður.

Vit koma eisini fegin út til tykkara felagsskap. Um tit hava kunnandi fundir fyri venjarum, sjálvbodnum ella foreldrum, eru vit altíð fús at koma út at práta nærri um tykkara felagsskap.