ÍtróttaFAGNAÐURIN 2025 verður
leygardagin tann 7. februar 2026
——————————————————————————————-
Heiðurslønir:
——————————————————————————————-
Heiðursskjal Poul E. Petersen
– verður latið eini eldsál, sum í ein mansaldur hevur tænt føroyskum ítrótti á fyrimyndarligan, ósjálvsøknan hátt
- Leiðreglur
- Øll kunnu innstilla – freistin er 01.12.25
ÍtróttaFELAGSSKAPURIN
– er ein vælvirkandi og sunnur felagsskapur, sum tekur ábyrgd og leggur lunnar undir eitt gott og mennandi umhvørvi fyri síni limafeløg ella íðkarar, venjarar, nevndarlimir, sjálvboðin o.o. í ítróttinum
- Leiðreglur
- Øll kunnu innstilla – freistin er 01.12.25
ÍtróttaVENJARIN
– skapar eitt ítróttaumhvørvið, ið rúmar bæði breidd og úrval, har øll trívast saman, og har íðkararnar vilja gera sítt besta til venjing og til dystir/kappingar
- Leiðreglur
- Øll kunnu innstilla – freistin er 01.12.25
ÍtróttaELDSÁLIN
– er ein sjálvboðin venjari, liðleiðari, stevnuábyrgdari, nevndarlimur, samskipari ella onkur annar, ið við serligum innsatsi hevur viðvirkað til samanhaldið í sínum ítróttafelag seinastu árini
- Leiðreglur
- Øll kunnu innstilla – freistin er 01.12.25
ÍtróttaSÓLSTRÁLAN
– er ein ungur persónur – 20 ár ella yngri – ið við sínum góða lið- og felagsanda ger sítt íkast til, at hini á liðnum ella í felagnum føla seg vælkomnan, sæddan og sum ein umráðandi part av liðnum/felagnum.
- Leiðreglur
- Øll kunnu innstilla – freistin er 01.12.25
ÍtróttaNAVNIÐ
– er eitt ítróttafólk ella -lið, sum hevur skarað framúr undanfarna árið, og hava gjørt vart við seg á altjóða stigi
- Leiðreglur
- Sambondini og starvsnevndin hjá ÍSF kunnu innstilla – freistin er 01.12.25 (leinkja er send við telduposti)
ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ
– arbeiðir hart og miðvíst at røkku sínum málum hóast ungan aldur, og hevur víst potentiali til at náa høgum støði altjóða í nærmastu framtíð
- Leiðreglur
- Sambondini og starvsnevndin hjá ÍSF kunnu innstilla – freistin er 01.12.25 (leinkja er send við telduposti)