Venjaraútbúgvingar

Ítróttasamband Føroya skipar í samstarvi við Danska Ítróttasambandið fyri venjaraútbúgvingum. Skipanin er á 4 stigum og ÍSF bjóðar venjarum, at takað fyrsta stig, sum eru grundleggjandi venjaraskeið.

Ætlanin er eisini at hava stig 2, sum eisini eru grundleggjandi venjaraskeið. Stig 3 og 4, diplomvenjari og akademivenjari, kunnu takast í Danmark.

Niðanfyri sæst danska útbúgvingarskipanin:

 

 

Venjari 1 – Stig 1

Fyrsta stig fevnir um tvey skeið: ”Ítróttur fyri børn og ung” og ”Ítróttur, venjing og skaðar”

Sí skeiðlýsingar undir slóðunum.

homework help

Evropeisk skipan

Útbúgvingarskipanin er evropeisk og í samsvar við ENSSEE, The European Network of Sports Science, Education and Employment. Hetta merkir, at úbúgvingin kann nýtast í øllum ES-londum, og at útbúgvingarstigini kunnu flytast til aðrar útbúgvingar innan ES-lond.

 

Málbólkur

Venjaraútbúgvingin er ætlað teimum, sum ynskja at førleikamenna seg í at vera venjari. Hetta kunnu vera íðkandi, virkandi venjarar, hjálparfólk ella foreldur, sum ynskja at gerast betri venjarar.

Málsetningur

Málið við, at ÍSF bjóðar felags ítróttatástøðiliga útbúgving, er, at sersambondini við hesum hava møguleika at bjóða limunum á skeið. Hetta gevur eisini møguleika fyri at hava skeið, hóast luttøkan úr hvørjum einstøkum sersambandi ikki er so stór. Sostatt kunnu skeiðini vera reglulig.

Málið er somuleiðis at lætta um hjá sersambondunum, soleiðis at tey kunnu nýta sína orku til at skipa fyri skeiðum um teknik o.a., sum er serligt fyri teirra ítróttargrein.

 

Í størri høpi er málsetningurin at útbúgva venjarar og harvið tryggja góðskuna á tilboðunum, sum sersambondini bjóða teirra íðkarum. Í framtíðini er ynskiligt við fleiri góðum og hugkveikjandi venjarum.