Av tí at Strandfaraskip Landsins fer í holtur við nýggja skipan síðst í 2011, hevur SL boðað frá, at ØLL ítróttarkort skulu gerast av nýggjum.
Tískil mugu øll ítróttarfeløg og sersambond siga ÍSF, hvussu nógv kort, ið tey hava tørv á.
Talið av ynsktum kortum skal fráboðast skrivstovuni hjá ÍSF – isf@isf.fo innan tann 25. august 2011.
Gomlu kortini eru virkin, inntil nýggja skipanin er sett í verk.