ohionkn

Væleydnað skeið í Porkeri

Skeiðið í Porkeri gekk heilt væl. Stuttligt at síggja at fólk vóru so væl við og sum eg skilti, høvdu tey eisini fingið nógv burtúr. Sum undanfarin skeið, fekk undirvísarin Ulrik Balle nógv rós.

Nú er bert eitt skeið av hesum slag, ítróttur fyri børn og ung, eftir í ár, og tað verður vesturi í Sørvági, nú komandi vikuskifti. Ætlanin er at hava hetta skeið nakrar ferðir um árið.

Í januar fara vit at hava eitt skeið um ítrótt, venjing og skaðar, og tá verður tað aftur Ulrik Balle sum kemur at undirvísa.

Annars sæðst kalendarin á forsíðuni og har stendur nær skeið eru á skránni.

Myndir úr Porkeri

[nggallery id=25]