Leygarkvøldið 05. februar var Hotel Hilton Garden Inn karmur um ÍtróttaFAGNAÐIN, sum ÍSF skipaði fyri á fjórða sinni. Tey, ið vórðu tilnevnd og heiðrað, eru bæði úrmælingar innan sína ítróttargrein, og fólk, ið eru savnandi og mennandi fyri lokala ítróttarlívið.

Fimm heiðurslønir vórðu lætnar, umframt Heiðursskjal Poul E. Petersen.

ÍtróttaNAVNIÐ 2021 er Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið hevur havt eitt framúr kappingar ár, bæði á føroyska hondbóltslandsliðnum og við felagi sínum Sävehof í bestu svensku hondbóltsdeildini.

Hini tilnevndu vóru Hávar Vatnhamar, paratletur, og Sverri Sandberg Nielsen, rógvari.

STJØRNUSKOTIÐ 2021 gjørdist ungi svimjarin úr Havnar Svimjifelag, Elisabeth Erlendsdóttir. í tilnevningini stóð millum annað, at Elisabeth hevur seinasta árið av álvara víst, at hon, hóast sín unga aldur, er ein av føroya bestu svimjarum. Hennara framgongd hevur verið eyðsýnd seinastu árini, og hetta er komið orsakað av hennara stálvilja og ágrýtni til venjing og kapping.

Hini tilnevndu vóru Jana Mittún, H71, og Filip Ilic, ÍF flogbóltur.

FYRIMYNDIN 2021 er Brynjar Poulsen, sum er høvuðsvenjari í Royn, og nýtir nógva tíð til at venja liðini í felagnum. Tað ger hann, hóast hann er føddur við breki og er partvíst lammaður í aðrari síðuni.

Saman við Brynjari Poulsen vóru Poula Dulavík Berg, STÍF og venjara parið hjá BSF – Guðrun Jacobsen og Bjørg Djurhuus, tilnevnd.

ÍtróttaÁTAKIÐ 2021 er Fótbóltsskúlin við Stórá, ið TB skipar fyri. Á hvørjum ári savnast ungdómar úr øllum landinum til nakrar stuttligar og mennandi dagar við Stórá í Trongisvági, har dentur verður lagdur á, at hvør einstakur leikari skal fáa avbjóðingar í mun til tað støði, sum viðkomandi er á.

Í uppskoti til besta ítróttaátak vóru eisini SummarCup, sum B36 skipar fyri og Virkin Vágur, sum er rørslu átak, sum Vágs Kommuna stendur fyri.

ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2021 er Styrkisamband Føroya. Endamálið við at heiðra felagskapin er at seta sjóneykuna á stóra arbeiðið, ið verður gjørt í sersambondum og -feløgum kring landið.

Í grundgevingini stóð, at Føroya Styrkisamband er yngsta sambandið í ÍSF. FSS bleiv stovnað sum menningarsamband í desembur 2019, og hevur tí einans tvey ár á baki. Tó hevur FSS hesa stuttu tíð veruliga megnað at fáa fótin fastan í føroyska ítróttaumhvørvinum.

Føroya Styrkisamband hevur megnað at savna ein stóran part av kraftítróttini í ein felagsskap og skipað hevur verið fyri kappingum innan ymiskar greinar her í Føroyum, umframt at almennar føroyameistarakappingar eisini hava verið.

Í uppskoti til ÍtróttaFELAGSSKAPIN 2021 vóru eisini, EB/Streymur og Róðrafelagið NSÍ.

Heiðursskjal Poul E. Petersen varð latið Jákup Mortensen. Í grundgevingini stóð millum annað soleiðis: Jákup Mortensen hevur í hálva øld havt ósigandi týdning fyri menningina av barna- og ungdómsarbeiðinum hjá NSÍ – líka frá byrjan og til dagin í dag, so felagið nú telist millum tey størstu, fremstu og best riknu í landinum.

Tíðliga og seint hevur hann verið har fyri spælararnar og felagið, og eingin uppgáva var ov lítil til, at hann fegin tók hana á seg. Heldur ikki hevur hann bert havt eyga fyri teimum elstu ella teimum bestu, tí sjálvt tey yngstu hava kent hansara hita og bankandi hjarta. Ei undur í, at ikki so fáir NSÍ-arar – yngri sum eldri – lýsa hann sum eitt slag av einum eyka pápa, so góður var hann við teir og so væl tók hann sær av teimum.

Endamálið við at lata heiðursskjal Poul E. Petersen er at heiðra eldsálir í føroyskum ítrótti, og fyri heiðurin fekk Jákup Mortensen gullnál ÍSF.

Allir vinnararnir fingu steyp, skreytblað og blómur. Hartil fingu tey, sum vunnu ÁTAKIÐ og FELAGSSKAPIN 15.000 kr í part.

NAVNIÐ, STJØRNUSKOTIÐ og FYRIMYNDIN fingu 5.000 kr í part.

Høvuðsstuðlar hjá ÍtrottaFAGNAÐINUM vóru:

Tórshavnar Kommuna, Varðin Pelagið, Betri, Wenzel og Atlantic Airways.