Í apríl 2014 gerst Ítróttasamband Føroya 75 ár. Í løtuni viðgerð løgtingið fíggjarætlanina fyri 2014. Nú vit nærkast hesum stóra degi hjá ÍSF, er hóskandi at seta fram nøkur ynski.

Heilsufremjan
Ítrótturin hevur seinnu árini átikið sær ein alsamt størri heilsufremjandi leiklut. Tað er vorðið alt greiðari, at vælferðarsjúkur eru størsta hóttanin móti fólkaheilsuni. Síðani vit tóku lógvatak saman við landsins myndugleikum og fyriskipaðu rørsluárinum í 2009, er týdningurin, sum ítróttur og rørsla hava fyri heilsuna, veruliga settur á breddan. Vit fegnast um, at alt fleiri fólk gerast virkin innan ítróttarrøsluna – ikki bert fyri ítróttarliga virðið, men eins nógv fyri røslu- og heilsuvirðið í ítróttinum.

Hetta setir økt krøv til ítróttarrørsluna. Hvussu lofta vit teimum, ið ynskja at betra um vælveruna og heilsuna við at gerast partur av ítróttinum? Tørvurin á gransking og førleikamenning er eyðsýndur. Viljin og áræðið hjá ítróttinum eru óavmarkað. Men førleikin má støðugt mennast til nýggju avbjóðingarnar.

Hvør króna til ítróttin er ein íløga í fólkaheilsuna og harvið ein sparing á heilsuøkinum hjá fólki í øllum aldri.

Úrvalsarbeiðið
Í 2009 fingu vit úrvalsjáttanina á fyrsta sinni. Játtanin hava verið til mikið gagns og hevur eitt nú verið við til at lagt fíggjarliga grundarlagið undir møguleikarnar hjá Pál Joensen at menna seg við venjingarlegum og kappingum uttanlands.

Tað er ein sannroynd, at úrvalsítróttafólk sum Pál Joensen seta Føroyar á heimskortið. Tað var tó eingin ivi um, at úrvalspeningurin, tá hann kom, var á einum støði, sum bert kundi hjálpa einum einstøkum íðkara.

Ítróttasamband Føroya vil fegið gera eina úrvalsskipan, sum kann hjálpa fleiri av okkara bestu íðkarum víðari á leiðini. Londini kring okkum hava øll slíkar skipanir, og eru tær neyðug, um vit skulu fylgja við í kappingini. Um hetta skal gerast veruleiki, er neyðugt, at hægri játtan verður sett av til úrvalsítrótt.

Karmarnir
Landið hevur í alt størri mun latið tað upp í hendurnar á kommununum at gera íløgur í ítróttarverkløg. Vit fegnast um tey nógvu ítróttarverkløgini kring landið, men sakna framvegis eitt nú tennisvallir, svimjihallir, ítróttarhallir, skjótibreytir og golfvøll. Hesi verkløg eru alneyðug fyri virksemið hjá føroyskum ítróttafeløgum, og kunnu samstundis breiðka um útboðið av rørslutilboðum í Føroyum.

Føroyar hava boðið sær at fyriskipa oyggjaleikunum í 2019, men enn valdar óvissa um lendisviðurskiftini í samband við ætlaðu verkætlanina við golfvølli á Glyvursnesi. Tað er okkara vón, at ein loysn fæst á hesum í ár.

Føroyski ítrótturin ynskir at fyriskipa oyggjaleikunum aftur. Ein slík verkætlan fer óiva at savna føroyskan ítrótt um eitt felags ítøkiligt mál, men krevur samstundis sera nógva umsitingarliga orku hjá Ítróttasambandi Føroya.

Rætturin at íðka
Ítróttasamband Føroya hevur fleiri ferðir víst á, at tað átti at verið ein natúrligur rættur hjá øllum føroyingum at havt atgongd til eitt skipað rørslutilboð. Aftrat umstøðunum hjá fólki í øllum aldri at finna eitthvørt virksemi, sum tey hava hug, hegni og likamligan førleika til, hevur tað alstóran týdning, at dagrøkt og skúlar leggja góðar rørsluvanar niður í okkara børn og ungu.

Hjá feløgunum kring landið hevði ein skipan við afturbering av mvg til ítróttarfeløg styrkt felagsvirksemið munandi. Slíka skipan hevur man í eitt nú Norra, og er hon til stórt gagn.

Játtanin hjá ÍSF
Játtanin, sum landið letur Ítróttasamband Føroya á fíggjarlógini, varð lækkað fyri trimum árum síðani. Tá hevði hon annars verið óbroytt síðani kreppuárini fyrst í nítiárunum, tá hon somuleiðis varð lækkað.

Hinvegin hevur virksemið innan føroyskan ítrótt ongantíð verið størri enn nú. Fleiri feløg leggjast aftrat – og fleiri teirra íðka nýggjar ítróttagreinir. Tørvur og eftirspurningur eftir tænastum frá Ítróttasambandi Føroya er størri enn áður. Stórt trýst er á ítróttar- og ungdómsráðgevingini, og átti hon at verið styrkt, men fortreytin er ein hægri játtan.

Komandi ár, verður Ítróttasamband Føroya 75 ár, og ongantíð hevur verið størri tørvur á hægri játtan enn nú. 

Starvsnevndin
Ítróttasamband Føroya