Á myndini síggjast teir 16 nýggju venjararnir, saman við Hera Ziska, instruktøri frá ÍSF.

Seinasta vikuskiftið tann 07. & 08. mai, skipaði Róðrasamband Føroya fyri innanhýsis venjara 1 skeiði í skúlanum í Kollafirði. 16 luttakarar frá 9 ymiskum feløgum vóru á skeiðnum, og hesi fingu handa prógv tá, skeiðið var liðugt.

Feløgini, sum vóru umboðaði á skeiðnum vóru: Klaksvíkar Róðrafelag, Róðrafelagið Knørrur, Kappróðrafelagið NSÍ, Strálan, Hósvíkar Róðrafelag, Kappróðrafelagið Tindur, Skála Róðrafelag, ÍF Kappróðrur og Argja Róðrafelag.

Venjara 1 skeiðið er sera væl egna til venjarar, sum venja børn og ung í øllum ítróttagreinum. Skeiðið tekur ikki støðið í tí einstøku ítróttagreinini, men fevnur um allar teir grundleggjandi lutirnar, sum ein venjari eigur at taka atlit til, tá ein venur børn og ung.

Innihaldi á skeiðnum var bæði teoretiskt og praktiskt, og umfataði evnini:

  • Ítróttur og venjing
  • Ítróttaskaðar
  • Ítróttur og børn.

ÍSF leggur stórna dent á at tilboðini til tey børn og ung í Føroyum, skulu verða á so høgum støði sum gjørligt, tí kanningar vísa greitt, at ein av mest tíðandi orsøkunum til at børn og ung trívast í ítróttinum, er venjaraleikluturin.

ÍSF vil tí, í samstarvi við sambond og feløg, vera við til at tryggja, at góðskan í frítíðartilboðunum hjá børnum og ungum, er á so høgum fakligum støðið sum møguligt.

Tað at einstøk sambond skipa fyri innanhýsis venjara 1 skeiðum er ein sera týdningarmikil liður í at menna føroysk ítróttafeløg og harvið føroyskan ítrótt.

Undirvísari var Heri Ziska