Á myndini síggjast luttakararnir, sum vóru á venjaraskeiðið hjá ÍSF í vikuskiftinum.

Seinasta vikuskiftið, 23. & 24. oktober skipaði ÍSF fyri venjara 1 skeiði í Havn. 19 fólk luttóku a skeiðnum, og hesi fingu handa prógv tá, skeiðið var liðugt.

Venjara 1 skeiðið er sera væl egna til venjarar, sum venja børn og ung í øllum ítróttagreinum. Skeiðið tekur ikki støðið í tí einstøku ítróttagreinini, men fevnur um allar teir grundleggjandi lutirnar, sum ein venjari eigur at taka atlit til, tá ein venur børn og ung.

Innihaldi á skeiðnum var bæði teoretiskt og praktiskt, og umfataði evnini:

  • Ítróttur og venjing
  • Ítróttaskaðar
  • Ítróttur og børn.

ÍSF leggur stórna dent á at tilboðini til tey børn og ung í Føroyum, skulu verða á so høgum støði sum gjørligt, tí kanningar vísa greitt, at ein av mest tíðandi orsøkunum til at børn og ung trívast í ítróttinum, er venjaraleikluturin.

ÍSF vil tí, í samstarvi við sambond og feløg, vera við til at tryggja, at góðskan í frítíðartilboðunum hjá børnum og ungum, er á so høgum fakligum støðið sum møguligt.

Undirvísari var Heri Ziska

Seks ymiskar ítróttagreinar vóru umboðaðar á skeiðnum, tær vóru; Svimjing, Hondbóltur, Taekwondo, Frælsur Ítróttur, Kurvabóltur og Flogbóltur. Umframt hetta var eisini onkur ítróttalærari frá fólkaskúlanum við á skeiðnum.

Á myndini síggjast tey 19, sum fingu handa prógv eftir lokið skeið.