Íðkari, ið brúkar heilivág

Fyri at heilivágsbrúkarar skulu sleppa frá at koma í stríð við antidopingreglurnar er tað umráðandi at tú sum íðkari setur teg gjølla inni í reglurnar, sum eru galdani á økinum.

Kanna tín heilivág umvegis heimasíðuna hjá Antidoping Danmarkwww.antidoping.dk/doping/medicin/medicin
(Kanna um tín heilivagur: er loyvdur, um tað eru avmarkingar á tínum heilivági ella, um hann ikki er loyvdur)

Til ber eisini at heinta eina app, sum kann takast niður ókeypis bæði til Android og iPhone (app’in verður alla tíðina dagførd): www.antidoping.dk/doping/medicin/medicin/medicin_app

  • Dopinglistin, sum er dagførdur 1. januar 2024: HER

Kanna Dopinglistan:
Tey føroysku ítróttarsersambondini og Antidoping Danmark fylgja altíð dopinglistanum hjá WADA, sum vísir á bannaði evnir og bannaðir hættir. Listin er greinaður í 3 flokkar, evni og hættir, sum altíð eru bannaði (bæði til venjing og í kapping) evnir og hættir, sum eru bannaði í kapping og evni, sum eru bannaði í ávísum ítróttagreinum. Heimasíðan hjá Wada er:
https://www.wada-ama.org/

Er tín heilivágur á listanum yvir forboðin evni á dopinglistanum hjá Wada,  skalt tú søkja um eitt undantaksloyvi – TUE-loyvi. Hetta verður gjørt við at senda eina umsókn til ÍSF. Umsóknina skal læknin hjá tær útfylla.

Mannagongdin viðvíðkjandi umsókn um TUE-loyvi finst her: (føroyingar senda tó til ÍSF)
www.antidoping.dk/doping/medicinsk_dispensation_tue

Gevið gætur: Tað kunnu ganga upp til tvær vikur at viðgera TUE-loyvið. Umsóknin skal sendast til:

Anti-Doping Føroyar
Eystara Bryggja 30
Postmoga 223
110 Tórshavn

Spurningar og ivamál: ring tel.nr. 210402 ella send teldupost til antidoping@antidoping.fo 

Hevur tú ADHD? Heilivágurin er á dopinglistanum kategori S6b, sum er forboðið at brúka undir kapping. Sig tínum psykiatara/serlækna frá, at tú ert elituíðkari. Um tú fært medisin, ið inniheldur t.d. methylphenidat ella lisdexamfetamin skalt tú hava medisinskt undantaksloyvi (TUE). Les meira HER