Íðkari, ið brúkar heilivág

Fyri at heilivágsbrúkarar skulu sleppa frá at koma í stríð við antidopingreglurnar er tað umráðandi at tú sum íðkari setur teg gjølla inni í reglurnar, sum eru galdani á økinum.

  • Kanna tín heilivág umvegis heimasíðuna hjá Antidoping Danmark: www.antidoping.dk
    (Kanna um tín heilivagur er loyvdur, um tað eru avmarkingar á tínum heilivági ella um hann ikki er loyvdur)

Tú kanst leita eftir tínum heilivági her:

http://www.antidoping.dk/medicin/medicin

  • Til ber eisini at heinta eina app, sum kann takast niður ókeypis bæði til Android og iPhone
  • Kanna Dopinglistan:
    Tey føroysku ítróttarsersambondini og Antidoping Danmark fylgja altíð dopinglistanum hjá WADA, sum vísir á bannaði evnir og bannaðir hættir. Listin er greinaður í 3 flokkar, evni og hættir, sum altíð eru bannaði (bæði til venjing og í kapping) evnir og hættir, sum eru bannaði í kapping og evni, sum eru bannaði í ávísum ítróttagreinum. Heimasíðan hjá Wada er:
    https://www.wada-ama.org/

 


Er tín heilivágur á listanum yvir forboðin evni á dopinglistanum hjá Wada,  skalt tú søkja um eitt undantaksloyvi (TUE-loyvi). Hetta verður gjørt við at senda eina umsókn til ÍSF. Umsóknina skal læknin hjá tær útfylla. Mannagongdin viðvíðkjandi umsókn finst her.

Gevið gætur: Tað kunnu ganga upp til tvær vikur at viðgera TUE-loyvið. Umsóknin skal sendast til:

ÍSF
Gundadalur 2
Postmoga 223
110 Tórshavn