Ársins Ítróttaheiðrar beinleiðis í Kringvarpinum.

Til ber at lurta og fylgja við á skerminum, tá bestu ítróttafólkini verða kosin í annaðkvøld.

Ítróttasamband Føroya tekur aftur í ár stig til at heiðra teimum bestu innan føroyska ítrótt, og møguleikarnir fyri at fylgja við, tá heiðrarnir verða latnir í annaðkvøld, eru serstakliga góðir.

Útvarpið hjá Kringvarpi Føroya sendir beinleiðis frá tiltakinum, sum byrjar kl. 21, og harumframt ber til at stroyma tiltakið á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.

Heiðrarnir, ið verða latnir í ár eru: Ársins ÍtróttaNAVN, Ársins ÍtróttaSTJØRNUSKOT, Ársins ÍtróttaSAMBAND, Ársins ÍtróttaFELAGI, Ársins ÍtróttaÁTAK og Heiðursskjal Poul E. Petersen.

Tiltakið ”Ársins Ítróttaheiðrar 2019” verður fyri innbodnum í Müllers pakkhúsi í annaðkvøld, 28. desember kl. 21.