Avtala undirskrivað um ÍSF-hús

Í dag hava Tórshavnar kommuna og Ítróttasamband Føroya skrivað undir tvær avtalur um verandi og komandi ÍSF-húsið.

Í løtuni verður langhylurin í Gundadali lagdur til rættis. Langhylurin verður staðsettur vestan fyri verandi svimjihøll í Gundadali, har ÍSF-húsið stendur í dag. Í avtaluni, sum varð undirskrivað í dag, yvirtekur Tórshavnar kommuna bygningin á sumri 2020 og rindar ÍSF 5 mió. kr. í endurgjaldi fyri húsið.

Samstundis hava partarnir skrivað undir ætlanarskriv um leiguavtalu um lendi til at byggja nýtt ÍSF-hús suður úr og fram við parti av vestara skýli við ovara vøll í Gundadali.

“Við hesum er enn eitt týðandi stig tikið fram ímóti, at ÍSF kann fáa góðar karmar til egið virksemið og tað hjá mongu sambondunum. Góða samstarvið sum er, og altíð hevur verið við Tórshavnar Kommunu, hevur enn einaferð prógva sítt virði,” sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF.