Ísambandi við átakið ”Rørsla Føroyar” sum ÍSF og Fólkaheilsuráðið hava skipað fyri í summar, hava vit fingið sendandi hesa ferðafrásøgnina frá vinnaranum av juni avbjóðingini; Poulina Gardar.
Vinningurin var eitt gávubræv á 5000,00 kr til ymiskar ferðaupplivingar í egnum landi.
Poulina sigur:
Vit høvdu ein avbera góðan túr hjá Easy Peasy Sandoy hjá blíðu og vinarligu Poul og Sólvá Klementsen.
Vit byrjaðu dagin við einum góðum bita og fóru síðani at rógva í kajakkunum á Sandsvatni. Eftir eina fríløtu við kappróðri í KVF fingu vit sera góðan døgverða og eftir hendan gingu vit yvir í Urð har verturin greiddi frá.
Heimafturkomin fingu vit kaffi og rabarbugreyt, og endaðu dagin í hitapottinum har vit nutu frálíka útsýnið. Túrurin endaði við morgunmati dagin eftir.
Vit takka Poulinu fyri myndirnar og frásøgnina og gleðast um at Poulina fekk eina góða uppliving fyri vinningin.
.