Nú kunnu føroysk børn læra um føroyskar ítróttarstjørnur, tá ið tey venja seg at lesa. Hjartaliga tillukku til Nám, Bókadeildina og Páll Hom Johannessen við bókini um Elias. Vónandi og væntandi er hetta fyrsta av fleiri bókum um føroyskar fyrimyndir í ítrótti.

  • Hugskotið stavar frá mínum gerandisdegi. Sum nógv onnur føroysk foreldur kring landið, eiga vit børn, sum koma heim úr skúlanum við barnabókum um útlendskar ítróttastjørnur.  Alt gott um tað, men síðani setti eg spurningin, hví føroysk børn ikki eisini kunnu lesa um føroysku ítróttastjørnurnar, ið børn og ung kanska kenna seg enn betri aftur í og kunnu fáa íblástur frá sigur Páll Holm Johannesen.

Tá ið ÍSF frætti um hetta hugskotið hjá Pálli Holm Johannesen, hildu vit alt fyri eitt, at tað var gott og vert at stuðla. Sjálvandi skulu føroysk børn, sum læra at lesa, bara lesa um útlendskar ítróttarstjørnur, tá ið vit eiga so nógvar fyrimyndir her heima. 

Saman vi Pálli fór umboð frá ÍSF á fund við Nám um at gera krabbabøkur um evnið, og síðani hava Nám og Páll ført hesa ætlan heilt út í lívið. Tí vilja vit nýta høvi at takka bæði Pálli, Nám og Bókadeildini hjartaliga fyri at geva føroyskum børnum møguleikan at lesa um okkara egnu ítróttarfólk, ítróttalið og ítróttatiltøk, sum eru viðkomandi her hjá okkum. 

Krabbabøkurnar eru lesibøkur á føroyskum. Tær eru skrivaðar á ymsum torleikastigum, soleiðis at okkurt er fyri børn í 1. flokki, sum læra at lesa – og síðani gerast tær torførari og torførari, sum lesiførleikin mennist.

Henda fyrsta krabbabókin er um hondbóltsspælaran Elias á Skipagøtu, men væntandi og vónandi verða fleiri barnabøkur skrivaðar við føroyskum ítrótti í miðdeplinum.  Møguleikarnir eru óendaligir, tí søgurnar og fyrimyndirnar eru óteljandi. Okkara ynski er sjálvandi, at vit fáa eitt breitt úrval, sum fevnar um ymiskar ítróttagreinar og ítróttafelagsskapir.

Bókin kann keypast her.